Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjófeingislógin køvir virðisøkingina í fiskivinnun

2019-12-19 12:55

Vit hava sera góðar møguleikar fyri at leggja okkum millum bestu fiskivinnutjóðir í heiminum og at fáa sum mest burturúr einari burðardyggari fiskivinnu. Til hetta krevst, at sjófeingislógin, sum nú liggur í tinginum, verður tillagað, so dentur verður lagdur á at fáa góðar karmar fyri virðisøking í fiskivinnuni, og við hesum at fáa tey ungu til at vilja arbeiða í fiskivinnuni.

Tað er eingin ivi um, at verandi útkast av sjófeingislógini við ”stabilum” kørmum fyri fiskivinnuna, í ávísan mun økir um virðið í fiskivinnuni. Hinvegin leggur hon okkum ikki millum fremstu fiskivinnutjóðir í heiminum, og hon fer ikki at skapa karmar fyri einari veruligari virðisøking í fiskivinnuni.

Skulu vit hava sum mest burturúr fiskivinnuni, og skulu vit veruliga bjóða okkara ungu vitanartung størv í fiskivinnuni, mugu vit framleiða lønsamar vørur, sum liggja ovast í virðispýramiduni, sum myndin vísir. Til hetta krevst vitan, íverksetarar og stórt virkisfúsni. Við nýggju sjófeingislógini er nærum eingin gularót hjá íverksetarum at finna nýggjar lønsamar vørur. Atgongd til rávørur er lykilin til at fáa íverksetarar. Hetta merkir eisini, at við sjófeingislógini, ið nú liggur í tinginum, veksur virkisfúsni alt ov lítið í mun til teir møguleikar, sum vit hava.

Eg vil heita á allar politikarar við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á odda, um at tillaga sjófeingislógina, so dentur verður lagdur á at skapa karmar fyri einari veruligari virðisøking í vinnuni, og sum bjóðar okkara ungu vitanartung størv í fiskivinnuni, og ikki minst ger okkum til eina fiskivinnutjóð í heimsflokki.

Janet Fríða Johannesen