Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjampanju til Katar og krakk til Føroyar

2019-02-18 20:31

Tann 5. februar var hátíðarhald og sjampanja á Sheraton-hotellinum í Doha í Katar.

Tá kundu umboð fyri lítla golfstatin Katar við 300.000 ríkisborgarum og ES við 500 milliónum borgarum kunngera, at partarnir vóru samdir um at skipa ein felags frælsan marknað fyri flogferðslu, so flogfeløg í Katar fáa frítt at fara í ES, og flogfeløgini í Evropa fáa frítt at fara til Katar.

Dagin eftir fekk eg svar frá danska ferðslumálaráharranum, Ole Birk Olesen, um, hvussu tað gongur at fáa Føroyar upp í felags evropeiska flogferðslusamstarvið, sum á donskum kallast FELO og á enskum ECAA.

Hann greiðir frá, at danskir og føroyskir myndugleikar hittu umboð fyri ES í juli 2017, og sum eg lesi svarið, var ongin sjampanja á borðinum tann dagin.

Myndugleikarnir fingu at kalla krakk, tí ES-umboðini siga, at allar lagaligar loysnir, sum hava verið umrøddar fyrr, eru tiknar av borðinum. Fyrst skulu takast upp drúgvar samráðingar við øll limalondini, og síðan skal kommissiónin seta eitt uppskot fram. Og frammanundan skal ein neyv greining og drúgv frágreiðing skrivast, sum eitt nú skal lýsa, hvørjar fyrimunir ES fær burtur úr einum tílíkum samstarvi.


Á tí grundarlagnum mæltu ES-umboðini føroyingum til at sleppa ætlanum um at koma upp í felags evropeiska loftferðslusamstarvið – og soleiðis í grundini eisini sleppa ambitiónunum um at menna føroyska flogvinnu.

Hava givið uttan at fáa

Í svarinum ber ikki til at lesa, hví ES er so avvísandi, tí áhugin at knýta fleiri lond upp í evropeiska samstarvið er annars stórur. Til dømis eru baltalondini, Moldova og Georgia , sum øll eru fátækari lond enn Katar, komin upp í samstarvið. Men tey eru øll sjálvstøðug lond og hava ivaleyst strategiskan týdning av ymsum slag.

Støðan hjá føroyskari flogferðslu í altjóða høpi er fløkt. Danmark hevur ræðisrætt á málsøkinum, og tí skal eitt føroyskt flogfelag liva upp til øll krøv, sum ES setir flogfeløgum fyri at sleppa á flog. Men vit fáa kortini ikki somu rættindi til at flúgva frælst í Evropa, sum eitt nú flogfeløg í Danmark og Moldova hava.

Tað ger kappingarstøðuna hjá føroyskari flogferðslu verri, og tí hevur føroyska flogfelagið í áravís heitt á landsstýrið um at fáa í lag eina avtalu, so føroyska felagið slapp inn um ES-girðingina, tá flogfeløg í ES vildu hava sømdir í Føroyum.

Samráðingar millum lond snúgva seg altíð um at geva og fáa, og viðhvørt er kvantiteturin ikki avgerandi, men heldur prinsippið um, at partarnir hava fingið okkurt burturúr, so teir kunnu verja avtaluna í baklandinum. Tí ræður um ikki at geva alt burtur, men hava okkurt at lata í røttu løtuni – sum t.d. atgongd til eina RNP-skipan, ið kappingarneytin hjá Atlantsflog av órannsakiligum grundum fekk forerandi frá Vága Floghavn, ið hevur sama eigara sum føroyska flogfelagið.

Flogfelag og flogvøll í holdingfelag

Golfstatirnir hava satsað nógv uppá flogferðslu seinastu 25 árini, og bæði Emirats og Qatar Airways eru hesa tíðina ment til nøkur av heimsins størstu flogfeløgum, samstundis sum flogvallirnir í Dubai og Doha hava vaksið seg stórar.

Ein av lyklunum til hesa menning í Katar og Dubai liggur í skipaðu tilgongdini til at menna flogferðsluna yvir longri tíð. Bæði Qatar Airways, flogvøllurin og aðrar fyritøkur, sum veita flogtænastur, eru í ogn hjá einum holdingfelag, sum landið Katar hevur ræðið á. Leiðslan í Katar kann tí samskipa alla flogferðslumenningina gjøgnum myndugleikar og operatørar, sum hon hevur ræðið á. Og tað hevur hepnast væl - so væl, at Katar nú eisini hevur frítt at fara í Evropa.

Í Føroyum eigur landið eisini flogfelagið og flogvøllin, so kanska skuldu vit umhugsað at lagt feløgini í eitt holdingfelag, sum kann virka fyri eini samskipaðari menning av føroyskari loftferðslu og flogsambondum út í heim.

Taka vit ES upp á orðið og fara undir at greina fyrimunir og vansar, sum eru við føroyskari luttøku á frælsa loftferðslumarknaðinum í Evropa, kann tað gerast eitt týdningarmikið strategiskt íkast til grundarlagið fyri menningini. Og samstundis gera vit ES greitt, at vit eru ikki til reiðar at geva upp flogvinnuna í Føroyum.

Byggja ein hangar afturat

Hoyrdi í tíðindunum herfyri, at Atlantsflog má taka niður hangarin á flogvøllinum fyri at víðka hann nakrar metrar til at fevna um veingjabreiðið á nýggju flogførunum. Vóni sanniliga, at pláss er fyri einum hangari aftrat í menningarætlanini fyri flogvøllin í Vágum, tí skal flogrelaterað virkemi mennast, má hangarrúmdin eisini vaksa.

Tveir hangarar eru bygdir higartil, og tann fyrsti, sum onglendinar bygdu, fór í roti og rusti, tí ongin sá nakað virði í honum. Í Íslandi eru hangarar av sama slag framvegis snúningsdeplar í flogvinnuni, hóast teir skjótt eru 80 ára gamlir.

Verandi hangarur í Vágum varð bygdur fyri 30 árum síðan og skapti tá fysiska grundarlagið fyri at staðseta virksemið hjá Atlantsflog í Føroyum. Nógv góð ár eru eftir í hasum hangarinum, so sjálvandi skal húsarúmdin vaksa við einum hangari aftrat. Hetta eiga bæði myndugleikar, flogvøllur og flogfelag at samstarva um.

Vóni, tey finna eina skjóta og praktiska loysn á hangarspurninginum og ynski landsstýrinum hepna hond við frágreiðingini til samráðingargrundarlag við ES um flogferðslusamstarv - tvey tiltøk, sum kunnu lyfta føroyska flogvinnu hægri upp í loft.

Magni Arge, fólkatingsmaður og løgtingsmaður í farloyvi


Spurningur og svar frá Ole Bork Olesen kann lesast her:

https://www.ft.dk/samling/20181/almdel/f%C3%A6u/spm/7/svar/1554354/2012018.pdf