Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjálvandi skulu pensionistar fáa 2000 kr. meira um mánaðin

Havnar Framburðsfelag tekur fult undir við uppskotinum hjá fólkaflokkinum um at gera útgjaldið hjá samhaldsfasta skattafrítt. Tað líkist ongum, at pensionistar verða dupultskattaðir. Tað er at skatta skattapengar!

Við uppskotinum hjá fólkaflokkinum fáa pensionistar 2000 kr. meira um mánaðin. Tað er gott, og unni eg teimum tað væl. Sjálvandi skulu vit fara væl við okkara eldru borgarum.

Men tað er heilt ófatiligt at síggja reaksjónirnar hjá javnaðarflokkinum, tjóðveldi og framsókn. Undir fyrstu viðgerð hótti løgmaður, Aksel V. Johannesen, við bæði einum og øðrum, meðan mín góði vinur, Pauli T. Petersen, tingmaður fyri tjóðveldi, fór sera illa við uppskotinum hjá fólkaflokkinum? At samgongan ikki so frægt sum vísir uppskotunum hjá andstøðuni ans, er óhugnaligt!

Tað er heldur einki, ið bendir á, at uppskotið fær nakra vælvild frá forkvinnuni í fíggjarnevndini, Ruth Vang, løgtingskvinnu, fyri framsókn. Hon gjørdi greitt á Facebook, at hon hevur ongar ætlanir um at geva pensionistunum 2000 kr. meira um mánaðin. Sostatt tvíheldur sosialistiska samgongan um, at pensionstarnir standa eftir við sviðusoð.

Havnar Framburðsfelag tekur fult undir við uppskotinum hjá fólkflokkinum, ið ger, at pensionistar fáa 2000 kr. meira um mánaðin. Tað hava teir so sanniliga uppiborið. Tað er týðiligt, at fyri sosialistisku flokkarnar er samhaldsfasti til fyri at skaffa landskassanum pengar.

Hans Joensen

Formaður fyri Havnar Framburðsfelag​