Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjálvandi skal TROM filmsverkætlanin gerast í Føroyum

2020-06-24 09:39

Landsstýrið og samgongan koma við vánaligum undanførslum, tá umræður at seta neyðugu játtanina av til, at filmsverkætlanin TROM kann framleiðast í Føroyum. Tí talan er um eina verkætlan, ið gevur landinum væl meira í inntøkum og marknaðarføring, enn afturborið verður í stuðli. Hetta snýr seg tí ikki um, at samgongan ikki hevur 4 mió. kr. at veita í stuðli.

Tí í eykajáttanini, sum varð samtykt fríggjakvøldið, økti samgongan útreiðslur landsins við 2-300 mió. kr. Samgonguumboðini í fíggjarnevndini valdu enntá at leggja 4 mió. kr. afturat eykajáttanini frá landsstýrinum, fyri at gera tað ókeypis fyri ferðandi at fáa gjørt Covid-19 kanningar tá komið verður til Føroyar - ikki nú, og ikki allatíð, men bert frá 27. juni og 2 vikur fram.

Tað er neyðugt at kanna øll, ið koma til landið, men tað gevur ómetaliga lítla meining, at nýta almennar pengar til, at ferðandi skulu kanna seg. Serliga løgið er tað, tá útlendingar í dag rinda fyri at gera kanning uttanlands, og hava hesa við til Føroyar. Men frá 27. juni skal føroyski skattgjaldarin brádliga rinda - og bert í 2 vikur. Hetta játtaði samgongan 4 mió. kr. til fríggjakvøldið.
Enn er ongin frágreiðing fingin, ið gevur meining.

Samstundis vildið samgongan ikki seta 4 mió. kr. meira av til afturberingarskipanina fyri filmsframleiðslu. Heldur ikki hóast vit hava eina lóg, ið heimilar at rinda upp í 25% av útreiðslum fyri filmsframleiðslu í Føroyum aftur. Hesa lóg settu vit í verk í undanfarna samgonguskeiði, og hetta er líknandi skipan sum grannalond okkara hava. Samanlagt vil hetta ikki kosta landskassanum nakað, tí talan er um virksemi og inntøkur av hesum, ið annars ikki koma til landið.

Tí høvdu vit - Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin - í okkara áliti til eykajáttanina m.a. fylgjandi viðmerkingar:

"Stuðul til TROM filmframleiðslu

Vit vilja leggja afturat, at vit hava undir viðgerðini roynt at fáa undirtøku frá samgonguni til at seta neyðuga játtan av til, at framleiðslan av filmsrøðini TROM verður í Føroyum. Neyðugt er við
nýggjari eykajáttan til hetta, tí ongin játtan í verandi eykajáttan kann nýtast til júst hesa stuðulsskipanina. Talan er um eina eingangs afturberingarútreiðslu, samsvarandi lógini um afturbering til filmframleiðslu. Hesin stuðul gevur samsvarandi ella størri inntøkur til landið. Talan er um útreiðsluneutrala játtan, tí verður játtan ikki veitt til afturbering, fara samsvarandi virksemi og inntøkur ikki at verða í landinum. Í verandi løtu manglar peningur á hesi játtan, fyri at verkætlanin kann fáa játtan um stuðul. Hetta kann gera, at verkætlanin gleppur av føroyskum hondum, og verður framleidd í øðrum londum í staðin. Tíverri tekur samgongan ikki undir við at veita stuðul til hesa forkunnugu verkætlan, ið kundi skapt størv og virksemi og verið góð marknaðarføring av Føroyum.

COVID-19 kanna øll, ið koma til Føroyar beinanvegin

Landsstýrið hevur avgjørt at lata landamørkini upp mótvegis fleiri londum 15. juni, uttan at krøv verða sett til, at øll, ið koma til Føroyar skulu kannast. Hetta undrar stórliga. Vit sóu, hvussu skjótt
trý smittaði við COVID-19 gjørdust til 187. Hetta er tí ein stórur váði fyri okkara samfelag og fólk.
Ætlanin er at broyta hetta 27. juni, og at kanna øll, og tað er gott at landsstýrið hevur broytt meining, men tað undrar, at man bíðar til tá. Vit vilja hava, at øll verða COVID-19 kannaði beinanvegin. Tvey feløg í Føroyum hava víst á, at hetta væl ber til. Ferðafólk kunnu rinda fyri kanningarnar, og eigur hetta tí ikki at verða ein meirkostnaður fyri landið."

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna