Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjálvandi er undirskot

2021-09-21 10:03

Í bestu tíðum koyrir samgongan við undirskoti á fíggjarlógini, og lítið bendir á, at tað kemur javnvág á landsfinansarnar í nærmastu framtíð við núverandi samgongu.

Vandakósin hjá landskassanum var tó væntandi.

Fólkaflokkurin og Sambandið eru nevniliga púra ósamdir um, hvat tað er fyri samfelag, sum vit skulu hava. Fólkaflokkurin vil hava minimalan almennan geira, og harvið eftir friedmanskum leisti verður skorið niður á inntøkunum. Sambandsflokkurin harafturímóti vil ikki vita av sparingum. Heldur tvørturímóti nýtir samvitskufulli heilsumálaráðharrin hjá Sambandinum hópin av peningi á sínum øki.

Taparin av ósemjuni er landskassin.

Klistur skal sjálvandi til fyri at slíkt kann halda áfram. Límið er, sum vit øll vita, at Fólkaflokkurin sleppur at varðveita status quo í fiskivinnuni, og afturfyri sleppur Sambandið at varðveita status quo í Ríkisfelagsskapinum.

Har er tískil eingin hægri visjón fyri okkara land, uttan at tað skal haldast í danska ríkinum við einum alsamt meira ójøvnum samfelag.

Tað krevur ikki nationaløkonomiskt skil at síggja, at við einari samgongu, sum hvørki vil hækka landsinntøkurnar og ei heldur vil spara á fíggjarlógini, fer tað at enda galið. Landskassin má hava stórt yvirskot í góðum tíðum, og tískil er umráðandi at enda hesa ferð ímóti búskaparligu eggini.

Føroyingar eru samdir um, at vit skulu hava eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag, so har má fígging til fyri at kunna varðveita hetta tilboðið. Frægasta stað at fara eftir hesum peningi er í tilfeingisvinnunum.

Róar Akralíð