Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sirið spyr um bíðilistar

2020-09-02 08:40

Virksemið hjá Sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv merkt av koronastøðuni. Akuttar viðgerðir blivu framdar, men tíverri vóru planlagdar skurðviðgerðir og endurvenjingar útsettar. Upplýst er at heili 6000 viðgerðir færri vóru framdar samett við í fjør og innan ávís øki varð virksemið skert upp í 80%. Tí spyr Sirið Stenberg um, hvat verður gjørt fyri at fáa bíðilistarnar niður, sum komu í orsaka av korona.

“Tað er trupult at meta um avleiðingarnar av hesum, men tað skerst ikki burtur at tað er sera óheppi fyri fólk sum bíða. Førleikar verða mistir á leiðini, førleikar sum møguliga ikki kunnu endurvinnast. Afturat hesum kemur uttan iva pína og líðing, sjúkrameldingar og annað, sum ávírkar lívsgóðskuna. So avleiðingarnar av koronasmittuni eru víðfevndir fyri eina røð av fólki.” sigur Sirið Stenberg.

Tjóðveldi