Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Silvurpappírhattur í Tinganesi

2021-05-19 13:41

Jenis av Rana noktar at lata seg koppseta. Hann sendir eitt greitt signal til onnur um at gera sum hann. Hann máar støðið undan høvuðsmáli landsstýrins. Hvat ger løgmaður?

Sjúrður Skaale

”Silvurpappírhattar” ver ður sagt um fólk, ið líða av paranoia, kenna seg forfylgd av illgrunasomum kreftum, og ræðast alt møguligt – m.a. koppsetingar.

Mong fingu ein lítlan skelk tá tey farna vikuskifti lósu, at Hanna Jensen, rektari og fyrrverandi landsstýriskvinna, eftir øllum at døma liggur heilt har úti, sum konspiratiónsteoriirnar sveima. Tað vóru koppsetingar, hon ræddist. Koppsetingar sum bjarga mannalívum.

Meira álvarsamt er, at ein landsstýrismaður, sum er útbúgvin lækni, eisini sutlar sær stirðil úr slíkum teorium. Men tað sæst á VP í dag: Jenis vil ikki lata seg koppseta! Váðin er ov stórur, sigur hann.

Jenis av Rana er partur av einum landsstýri, sum vil hava allar føroyingar koppsettar.

Hann veit, at tað er neyðugt at gera um allan heim, skulu vit basa korona, bjarga heimsbúskapinum – og bjarga ótaldum mannalívum.

Hann veit, at orsøkin til, at okkara ferðavinna nú aftur fær luft undir veingirnar, er koppsetingin.

Hann veit, at koppsetingin í øðrum londum er tað, sum bjargar okkara útflutningsvinnu.

Hann veit, at koppsetingin er tað sum ger, gomul og sjúk fólk nú aftur kunnu fáa vitjan.

Hetta eru orsøkirnar til, at landsstýrið, sum Jenis er partur av, vil hava ALLAR føroyingar koppsettar.

Men Jenis vil ikki taka tað medisinið, sum hann ordinerar øðrum. Onnur skulu taka váðan. Ikki hann.

Tað líkist rætt og slætt ongum.

Betri verður tað ikki av, at hann sigur seg hava hesa støðu sum privatpersónur. ”Eg úttali meg bara vegna meg sjálvan, ikki vegna landsstýrið”, sigur hann við VP.

Tað minnir um, tá Kaj Leo Holm Johannesen sum privatpersónur í fjør segði, at tey gomlu vóru ov avbyrgd – hóast hann sum landsstýrismaður hevði gjørt av, at soleiðis skuldi tað vera.

Tað var komiskt.

Hetta er álvarsamt. Tí sjálvandi kann Jenis ikki siga og gera eitt sum landsstýrismaður og tað øvuta sum privatpersónur. Hann er landsstýrismaður allan dagin.

Og at hann sum íutbúgvin lækni gongur ímóti tí, sum hansara egna landsstýrið ger á heilsuøkinum, er fullkomiliga burtur úr vón og viti. Tí hann tosar við tí myndugleika, sum fakið gevur honum. Og hann máar støðið undan høvuðsmálinum hjá sínum egna landsstýrið: At basa korona.

Jenis hevur verið ein leys kanón frá fyrsta degi. Men nú má løgmaður altso siga okkurt. Hann kann ikki hava ein landsstýrismann, sum máar støðið undan landsstýrisins egna politikki.