Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Sildavalsurin stjórnaður úr Danmark og ES

2014-05-25 07:04

Enn einaferð hevur tann áhaldandi propagandain og mýtan um ein sonevndan “ríkisfelagsskap” kostað okkum ovurstór virðir og mistar møguleikar. Fyrst orsakað av boykottinum hjá Danmark og ES ímóti einum triðingi av okkara útflutningsvirði. Og nú, tí at Danmark og ES trýsta og hótta okkara sambandsstýri til at sleppa okkara væl grundaðu rættindum til Norðhavssild afturfyri at taka tað ólógliga boykottið burtur

Hvat hevur tað ikki kostað okkum ígjøgnum árini í mistum inntøkum og menningarmøguleikum, at sambandspropagandain so støðugt billar okkum inn, at vit eru í einum sonevndum “ríkisfelagsskapi”? Sum bert er eitt uppfunnið smyrsl oman yvir ein hjálandaveruleika, har eitt annað land tekur avgerðir um okkara áhugamál og framtíð, uttan at vit nakrantíð hava góðtikið tað.

Í mong harrans ár noktaði Danmark við stuðli frá sambandsmeirilutanum á løgtingi at flyta føroyska fiskimarkið út. Tí Danmark hevði avtalað við bretar, at teir kundu fiska inn í klettin við Føroyar. Afturfyri fekk Danmark fríhandilsavtalu við Bretland, har smør, ostur og svínakjøt kundu seljast uttan toll og geva stórar inntøkur til Danmarkar.

Tað sama var við loftrúminum og undirgrundini. Tíggjutals ár, har gjøldur varð gjørt burturúr krøvunum hjá loysingarrørsluni at taka ræðið á egnum landi og tilfeingi. Áhugamálini hjá Danmark og undirbrotligheitin hjá sambandsmeirilutanum í Føroyum hava støðugt forðað og seinkað og arbeitt har ímóti.

Og nú endurtekur søgan seg á so mongum økjum.

Danmark boykottar og trýstir Føroyar at slaka í sildamálinum

Í løtuni eru ein triðingur av føroyska útflutningum (makrelur og sild) boykottaður av ES og av Danmark, sum formliga hevur ræðið á føroyskum uttanríkispolitikki. Í hesi tilgongd og í hesum átøkum, sum lutfalsliga eru harðastu handilsligu revsitiltøk, ið hava verið sett ímóti nøkrum landi frá ES, hevur Danmark á ongan hátt røkt føroysk áhugamál. Danmark røkir síni egnu áhugamál og áhugamálini hjá ES. Tað sigur seg sjálvt. Tað løgna er bert, at okkara landsstýri spælir við.

ES og Danmark eiga ikki rætt til ein stert ella eina roðslu av eini Norðhavssild. ES gjørdist av órøttum eitt strandaland til Norðhavssildina, tí at Danmark umvegis ein føroyskan sambandsløgmann (Edmund Joensen) slapp til borðið at samráðast. Edmund Joensen bað Danmark koma til borðið, tí at nu skuldi tann sonevndi “ríkisfelagsskapurin” hjálpa føroyingum í samráðingunum. Ùslitið varð, at Føroyar fingu minni kvotu enn tað, ið lá á borðinum frammanundan, at Edmund Joensen leitaði sær til “ríkisfelagsskapin”. Meðan Danmark tryggjaði, at ES fekk størri kvotu enn Føroyar.

Og síðani hevur Danmark so saman við ES boykottað Føroyar orsakað av okkara egnu ásettu kvotu av Norðhavssild. Ein ólóglig og vitleys framferð ímóti eini tjóð, sum longu hevur kostað okkum stórar upphæddir. Men hava tit nakrantíð hoyrt Danmark – sum hevur tikið sær ræðið at reka okkara uttanríkispolitkk – siga, at hetta er ólógligt, órættvíst og óhoyrt?

Nei, tvørturímóti. Síðani hevur Danmark ligið oman á okkara sambands-landsstýri – ikki oman á ES. Tey krevja, at landsstýrið skal lækka okkara kvotu av Norðhavsildmunandi – og afturfyri skulu tey so sleppa boykottinum.

Og alt bendir á, at landsstýrið fer at boyggja seg fyri hóttanunum og trýstinum úr Danmark og ES. Tí her eru jú hundraðtals milliónavirði uppá spæl.

Og hetta er sama sambandslagið í øllum okkara uttanríkismálum...

Hetta er bert enn eitt lýsandi dømi um, at bert har vit sjálv taka ábyrgd, kunnu vit røkja okkara áhugamál úti í heimi.Sum sjálvstøðugt land, høvdu vit als ikki verið boykottað ella brúkt so stóra orku til uttanumtos og fjas til tess at verja Danmark. Og støða okkara er eins undirbrotlig á øllum øðrum uttanríkispolitiskum økjum. Vit kunnu bert taka tey mest áleikandi dømini:

- Í løtuni eru stórar rembingar í Evropa orsakað av ófriðinum ímillum Russland og Ukreina. Hetta hevur sjálvsagt eisini stóran týdning fyri Føroyar, men Føroyar hava onga rødd, onga meining og onga ábyrgd. Og føroyskir myndugleikar verða enn ikki eftirspurdir, hóast tað er ásett í tí sonevnda Fámjins-skjalinum.

- Í Norðurhøvum og í Arktiska økinum verða stórar avgerðir tiknar og áhugamál hjá stórveldum og stórfyritøkum verða røkt og staðfest. Men Føroyar hava onga rødd, onga avgerð og onga ábyrgd. Og vit taka ongan veruligan lut í teimum uttanríkispolitisku avgerðunum. Landsstýrið roynir at bidda um at sleppa at sita undir liðini á donskum ráðharrum á onkrum fundum – og at umboða Danmark í onkrari “arktiskari strategi” hjá Danmark(!). Hetta hóast vit liggja í miðjuni á hesum ovurstóra øki, sum í alt størri mun gerst ein av heimsins brennideplum tá ræður um tilfeingi, siglingarleiðir, trygd og verju. .

- Allar royndir at gera nýggjar handilssáttmálar og at styrkja okkara samstarvsmøguleikar við umheimin og okkara næstu grannalond verða steðgaðar og forðaðar av, at Føroyar ikki hava ræðið á egnum uttanríkispolitikki og ikki kunnu gera egnar avtalur.

Tað hevur sjáldan verið meira eyðsýnt, at føroyingar eiga at taka ræðið á og ábyrgd av sínum egna uttanríkispolitikki, trygdarpolitikki og verjupolitikki. Øllum eigur at standa greitt, at tað er bert tað arbeiðið, ið vit sjálv gera og sjálv gjalda á uttanríkisøkinum, sum ger nakran mun og kann skapa okkum møguleikar millum onnur.