Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Jens Kr. Vang/Portal.fo

Siðvenja - undanførsla fyri heimildarleys lán!

Lønardeildin verjir misbrúk av almennum peningi
Lønardeildin hjá fíggjarmálaráðnum legði fyri stuttum fram eitt verjurit, har deildin eftir besta førimuni og við alskyns undanførslum roynir at káva útyvir svik við almennum peningi.

Ístaðin fyri at ganga í seg sjálva, og sýna eitt sindur av eyðmjúkleika, og rætta uppá sína svikagerð mótvegis føroyska skattgjaldaranum, so velur Lønardeildin ístaðin at rættleiða og ákæra onnur fyri mistulking og misfatan av hvussu almennur peningur eigur at vera umsitin.

Sagt verður nevniliga, at undirritaði fer skeivur, tá Fíggjarmálaráðið verður lagt undir í heimildarloysi at rinda starvsfólki løn undir verkfallinum.

Grundin til skeivu niðurstøðuna er sambært lønardeildini, at tað, sum er gjørt undir hesum verkfallinum, fylgir somu mannagongdum, sum hava verið brúktar seinastu 15-20 árini í sambandi við verkfall.

Siðvenjan hjá landinum seinnu árini er sambært lønardeildini tann, at lønarfrádráttur fyri verkføll verður gjørdur, tá verkfallið er liðugt, og hetta hevur ongantíð verið nakar trupulleiki seinastu 15 árini.

Men hvat merkir hetta í veruleikanum? Lønardeildin skyldar okkum eina nærri frágreiðing um hesa góðu siðvenju, sum nú eftir øllum at døma verður hevjað upp um lógina. M.a. nær, hví og hvussu hesi ótryggjaðu lán uppá milliónaupphæddir verða útgoldin til eitt ikki nærri tilskilað tal av persónum, og hvør upprunin er til henda margháttliga óskikk, sum nú verður alment legitimeraður undir heitinum “siðvenja”.

Fleri misbrot legaliserað nýggj misbrot!
Tað sum lønardeildin sigur er í stuttum, at hevur tú koyrt yvir reytt 5 ella 10 ferðir, so kanst tú eisini uttan avleiðingar gera tað ellivtu ferð, tí nu er tað knappliga vorðið “siðvenja” at koyra yvirum reytt í ferðsluni, sjálvt um tað er strangliga bannað!

Men legg eisini til merkis, - Lønardeildin sigur ikki eitt orð um, at tað er skeivt, tá sagt verður, at peningurin er goldin út í heimildarloysi!

Tvørturímóti, so verður hetta hinvegis óbeinleiðis viðurkent, - samstundis sum tað sannførandi verður staðfest, at henda sonevnda siðvenjan skapt av nøkrum tilvildarligumn embætismonnum undir fíggjarmálaráðnum sambært Lønardeildini altíð er omanfyri lógina!

Lønarfrádráttur rættvísger siðvenjuna?
Síðan verður sagt, at nevndu útgjøld ikki eru nakar trupulleiki fyri tað almenna, tí lønarfrádráttur verður gjørdur, tá verkfallið er liðugt.

Við øðrum orðum, so er tað sambært Fíggjarmálaráðnum ongin trupulleiki áhaldandi at bróta lógina og útgjalda lán uttan heimild, tí peningurin ætlandi fæst aftur við mótrokning í eini komandi løn, tá farið verður aftur til arbeiðis!

Men hvat so við teimum, sum kanska siga upp ella halda uppat at arbeiða í hesum tíðarbili. Lønardeildin kann tá væl saktans av góðum grundum ikki draga nakað frá í løn, tá ongin løn verður eftirfylgjandi, sum lønardeildin kann mótrokna í?

Skal viðkomandi tá sendast til incasso, ella hvussu hevur Lønardeildin tá hugsað sær at fáa peningin aftur, og hvør persónur í Fíggjarmálaráðnum ella á Lønardeildini heftir tá fyri ein møguligan miss fyri pening hjá tí almenna, sum ikki fæst aftur, og sum er útgoldin í heimildarloysi?

Siðvenja uttan eftirlit!
Við at legalisera brotini á grundleggjandi heimildarreglur við hesi sokallaðu siðvenju, so megnar Lønardeildin í veruleikanum at bróta niður allar karmar, reglur og eftirlit við nýtslu av almennum peningi.

Eftir øllum at døma er sambært hesi siðvenju onki mark fyri hvussu stórt lán kann gjaldast fólki í verkfalli, onki er ásett hvussu leingi og nær-, og allar minst hvør itøkiliga kann fáa hetta lán frá tí almenna!

Tað er eyðsæð fyri ein og hvønn, at her er onki skil á, og allar minst nakað eftirlit við hvussu lønardeildin á henda hátt umsitur og brúkar almennan pening.

Sjálvt um stýrisskipanarlógin greitt og týðiliga ásetur, at ongin útreiðsla má verða goldin uttan sambært lóg ella aðrari greiðari heimild, so er púra eyðsýnt, at Lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum við hesum hevjar seg upp um lógina, og handlar, sum ein annar - statur í statinum!

Embætisvaldið svíkir!
Í teimum rættarsamfeløgum vit vanliga samanbera okkum við, er embætis-verkið ein verji móti, at rot kemur í skipanina. Embætisverkið stendur nevniliga sum garantur fyri , at politiska valdið ikki fer út um sínar heimildir, men virkar innan fyri teir karmar, sum ásettir eru sambært galdandi regluverk.

Hetta sýnist tíverri ikki at vera galdandi í Føroyum, har embætisverkið eftir øllum at døma manglar myndugleika og autoritet til at steðga politiskari útgjaring og atkvøðumutri.

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum er eitt sera gott dømi um hetta álvarsliga fyribrigdi.

Her er tíverri ongin embætismaður sum rópar varskó, og setur Kristinu Háfoss uppá pláss. Ístaðin letur til, at embætisverkið er veikt og undirbrotligt. Teir velja bara ómakaleysa leiklutin at tekkjast politiska valdinum og royna eftir besta førimuni at forsvara ólíkindini undir heitinum “siðvenja”.

Kommunurnar samsekar í mandatsviki
Allar kommunur, undantikið ein, valdu populistisku loysnina hjá Kristinu Háfoss.

Eftir greiða niðurstøðu og fráboðan tann 13 desember 2017, gjørdi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF greitt, at starvsfólk, sum eru rakt av verkfalli ella verkbanni hava ikki rætt til løn.

Hetta skuldi verið líka so sjálvsagt, sum tað er rætt.

Men hvat hendi nú? Kommunurnar bogna fyri trýstinum, og samkensla og samhugi tekur vit og skil av ræði.

Eina viku aftaná tann 20. desember hevði sama felag nevniliga snarað 180 gradir, og fyrra samtyktin varð nú vend á høvdið.

Boðað var nú frá, at nú skuldu kommunurnar knappliga rinda øllum løn, sum vóru rakt av verkfalli ella verkbanni.

Orsøkin er líka so høpisleys, sum hon er komisk.

KAF sigur, at grundin til hesa kúvending er tann, at teir nú hava varnast, at Pedagogfelagið ikki hevur umsitinarliga orku at veita endurgjald til sínar limir í desember.

Kommunurnar taka nú synd í mótpartinum, og við samhuganum sum løgfrøðisligum grundarlag átaka tær sær sjálvbodnar, - sum ein annar humanistiskur hjálparfelagsskapur - leiklutin og ábyrgdina hjá fakfelagnum at rinda limunum løn - ella rættari sagt lán - undir verkfalli, hvat tær sjálvsagt als ikki hava heimild til.

Kristina Háfoss legði lag á, - og so leyp skriðan!

Skulu ósiðir hevjast til siðvenju?
So kemur avgerandi og brennandi spurningurin! Skal ein óvani og óskikkkur, sum tað altíð er at handla í heimildarloysi, og uttan nakað skil ella eftirlit, nú gerast viðurkend kutyma ella siðvenja?

Skal ein stovnur undir landinum veruliga fáa eitt “Carte Blance” til at fara niður í almennar kassar, uttanum bæði lóggávuting og játtanarmyndug-leika, til teoretiskt markleysa, og ikki minst tilvildarliga nýtslu av skattaborgarans peningi?

Eg haldi ikki!

Bjørn á Heygum