Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

VINNULIGA ÚTBÚGVINGARØKIÐ MENNAST - strategiskan útbúgvingarpolitikk innan føroyskt vinnulív!

2019-08-29 12:08

Útbúgving hevur eitt breitt endamál. Hon er mennandi fyri einstakling og tjóð, men so hevur hon eisini eitt endamál at svara til ein ítøkiligan arbeiðsmarknaðartørv. Tað er sera týdningarmikið, at vit menna føroyskar útbúgvingar út frá hesum breiða endamáli.

Lærlingaøkið
Tí skulu vit halda fram at menna áhugan fyri yrkisútbúgvingum og støðugt styrkja tær fakliga, tøkniliga og viðvíkjandi fjølbroytni. Grundað á trípartasemjuna frá juni 2019 skulu vit halda fast vit góða sambandið, sum er uppbygt millum partarnar og gera alt tað arbeiðið, sum er avtalað.

Vit skulu endurskoða merkantilu útbúgvingarnar, so vit fáa enn fleiri viðkomandi útbúgvingarleiðir – eg hugsi m.a. um at læra til sølufólk. Innan handverk skulu vit seta í verk ta reinu lærlingaskipanina, stytta skúlaskeiðini og virka fyri støðugari lærlingatali.

Sum heild skulu vit seta nýggjar viðkomandi yrksiútbúgvingar í gongd og virka fyri at varðveita og styrkja tey yrki, sum vit hava í Føroyum – ikki minst innan tekstil, har vit hava sterkar førleikar í fólkinum, eitt útbúgvingarøki, har vit eiga at stimbra vinnuliga tilvitið, og sum er sera viðkomandi í mun til burðardygga fremleiðslu og vitan um upprunan hjá toyi, ymiskum tilfari og vørum.

Høvuðsvinnurnar
Eg vil virka fyri, at vit fáa samskipað betri, tey skeið og útbúgvingarstig, vit longu hava og sum eru viðkomandi fyri fiskivinnu, alivinnu og sjógætisvinnuna annars. Harafturat vil eg menna fleiri útbúgvingartilboð í samstarvi við alivinnuna, fiskivinnuna eins og fiskavirkisvinnuna á landi.

Her er alt at vinna, so tað kann gerast meira dragandi fyri fleiri av okkara ungu at velja sær lærupláss, eins og styttri og longri útbúgvingar, sum eru meira skræddaraseymaðar til okkara tørv umborð á ymiskum fiskiskipum, í ymsu liðunum í alifyritøkunum eins og í fyritøkum, sum vilja menna og virðisøkja meira í Føroyum og framleiða nýggjar vørur at selja.

Tað er av alstórum týdningi, at tann vitan, sum er í fólkinum innan hesi vinnuøki – kvinnum og monnum, verður dokumenterað og dyrkað.

Eisini innan hægri útbúgving eiga vit at fara longur við okkara serkunnleika innan hav, fiskivinnu og alivinnu, og ein ætlan skal leggjast fyri hetta saman við øllum avvarðandi: Fróðskaparsetri Føroya, øðrum viðkomandi útbúgvingar- og granskingarstovnum og saman við vinnugeirunum.

Ferðavinna og tænastuvinna
Vit skulu hava egna nýggja lóg um sokallað “erhvervsakademi” sum karm um styttri hægri nám í Føroyum.
Innan hetta utbúgvingarøkið fáa vit tørv á enn fleiri og betri útbúgvingartilboðum innan ferðavinnu og aðrar tænastuvinnur – ikki minst, nú eitt aðalmál í ferðavinnuætlanunum landsins er dygd heldur enn nøgd, og nú okkara matstovuvinna fer upp í hægstu hæddir.

Framsókn er til val uppá boðskapin “Eitt framkomið og væl lært fólk”

Vel strategiskan útbúgvingarpolitikk innan føroyskt vinnulív!

Tú finnur meg á lista F
Hanna Jensen