Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

2012-10-04 16:34

Parkeringshús byggjast á Vaglinum

08. Okt 2012

Løgtingið hevur nú saman við Tórshavnar Kommunu samtykt at byggja...

Áarvegurin verður nú endurnýggjaður

07. Okt 2012

Býráðið hevur nú samtykt at taka múrin til amtmansborgina niður...


Tórsvøllur, Tórshavnar Sagrada Familia

07. Okt 2012

Teir, sum ráða fyri borgum í Havn – og eg...

Leivur stillar upp!

07. Okt 2012

Á triðja og seinasta uppstillingarfundi Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelags varð greitt, at eg verði at finna á...


Rúm fyri øllum!

07. Okt 2012

Tó at rættindi teirra samkyndu reint ítøkiliga er ein landspolitiskur spurningur, haldi eg, tað er...

Burgarabarr í miðbýnum!

07. Okt 2012

Hvussu SKULU vit nú fáa lív í aftur handan miðbýin??...


Gávan, sum varð koyrd í skrell

07. Okt 2012

Síðani býráðið í 70'unum legði lunnar undir sølumiðstøðina SMS og...