Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sex uttan samtykki er ikki neyðtøka!

Fyri at tosa neyðtøku má maðurin hava ein “skyldigan tanka” ella, á lógarmáli, mens rea, í og við at hann skal vera vitandi um, at hann faktiskt fremur neyðtøku.

Maðurin má altso vita, at her er ein frávera av samtykki. Hann má ikki halda, at samtykki er til staðar, og tí má hann vera vitandi um, at tað ikki er til staðar.


Agga Niclasen: meining@meyl.fo

“Sex krevur samtykki" siga at kalla øll hasi, ið skulu til fyri at fáa eina kampanju á rull.
Og at “sex krevur samtykki” vita vitøll, ið onkuntíð taka bussin og aðramáta ganga forbí eitt bussskýli. Ungfólk sum portrettera fyri nøkrum, tey eginliga ikki hava peiling fyri.

Tey siga enntá, at “sex uttan samtykki er neyðtøka”. Tað sigur so Amnesty Føroyadeild—men hon hevur eisini sagt nokkso nógv seinnu árini í sínum formynderiska og fordømandi atburði, tá sjálvt tey halda tað vera neyðugt at tálma sín anti-mannfólkasliga, anti-kristna og anti-amerikanska retorikk.

Merkiligt soleiðis sum drekkamunsrealistiskir feministar eisini altíð vinkla sex eftir, hvussu kvinnan hugsar, ella hvussu kvinnan, sum sigur seg hava verið neyðtikna, hugsar... og púra síggja burtur frá hvat maðurin hugsar, púra burtur frá hansara hugsanarhátti.
Hetta er jú hæddin av hugsandi perversiteti, tí fyri at kunna tosa um neyðtøku, tá er tað ikki nøktandi at prógva, at konan ikki gav samtykki, tá tað er minst líka týðandi at prógva, at maðurin visti, at hon ikki gav samtykki—ella sum minstamark var komplett fyrilitsleysur í mun til spurningin um samtykki, og helt á óansæð.

Í sama andaræli havi eg hug at nevna handa ósiðin, har feministiska trygdarpolitiið er farið at krevja av tí ordiligu løgregluni, at sigur kvinna, at hon hevur verið fyri ágangi, tað veri seg neyðtøku ella aðrari brotsgerð, so skal løggan (sum útgangsstøði) “trúgva henni”. Einki við fyrst at kunna seg um málið og avhoyra møguliga offrið, einki við at hoyra ætlandi brotsmannin fyrst og annað óhøgligt kannarí. Hetta er fyrilitsleyst fjantavesin, eitt nú av tí simplu grund, at tú hervið gyppar alla rættartrygd til viks. Men so er at vera maður í 2017, og serliga ert tú hvítur og kristin, ótuflaður og hinskyndur, tí tá gerst ikki verri: hin nýggi nekarin.

Hugaheitar illgitingar og fylgjandi ákærur er partur av lívinum, men ikki partur av rættarskipanini—ikki í eins stóran mun... enn. Fyri at tosa neyðtøku, tá má maðurin hava ein “skyldigan tanka” ella, á lógarmáli, mens rea, í og við at hann skal vera vitandi um, at hann faktiskt fremur neyðtøku. Skippar tú henda aðaltátt í neyðtøku, máar tú ikki bert støðið undan meiningini við sjálvari brotsgerðini, men vísir eina órógvandi og uppgjørda lítilsvirðing fyri avgerandi fólkaræðisligum meginreglum um skipan av lógum og rættarreglum í einum ábyrgjandi samfelag.

Onkuntíð, tá tú lurtar at persónligum feministum, ið ótonkt langtast eftir, at eisini menn fara í holt við eina yvirskipaða sjálvrealisering av sær og sínum kyni, ella bert hugsar sindur víðari um hasar feudalistisku plakatirnar klistrandi um Havnina, tá kanst tú treyðugt lata vera við at hugsa annað enn, at har einans eru tveir liðir í neyðtøku:

1. Ein seksuellur gerningur.

2. Eitt manglandi samtykki frá konuni, sum var ein partur av hesum sama gerningi.

Herliga simpult: “Sex uttan samtykki er neyðtøka”.
Nú er tað bara tað, eins og við so nógvum øðrum av lívsins viðurskiftum, tit í Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Politiið, SSP og Almannaverkið, at tað er ikki ordiliga nógv, ið er ordiliga simpult.

Og so er heldur ikki, tá tað kemur til neyðtøku. Har eru nevniliga tríggir liðir. Ikki tveir. Tað eru hasir fyrr umrøddu, rætt, men hartil skalt tú vísa á, at maðurin hevði brotsligt ætl í huga. Og øll revsilóg ger sær ómak við at nevna júst hesar liðir; liðir, ið skulu til, ið SKULU til, áðrenn tú reisir ákæru og fert í holt við nakað, sum kann filla lívið hjá manni—um ikki hann hevur gjørt nakað kriminelt. Og tí ósekur.
Av hesum fylgir, at neyðtøka verður framd, tá talan er um ein ætlaðan sex-gerning, men bert tá sonevnda offurið ikki hevur givið samtykki, og bert tá sonevndi gerningsmaðurin ikki heldur, at talan er um eitt “nøkulunda” ella “rímiligt” samtykki.

Forbiið besverligt, Yup!, men í einum rættarstati við rættartrygd skuldi tað helst verið eitt sindur meiri... besverligt at fongsla fólk, enn tað er í pro-homo og kvinnubedárandi londum sum Yemen og Saudi Arabia og tess raffineraðu grannum, sosialdemokratarnir bara elska at lena seg at og bera í bøtuflaka fyri.
Maðurin má altso vita, at her er ein frávera av samtykki. Hann má ikki halda, at samtykki er til staðar, og tí má hann vera vitandi um, at tað ikki er til staðar. Og hansara sálarstandur—sum má vera av brotsligum slag til tess at nakað brotsligt yvirhøvur KANN hava hent!—er eins vigtigur sum hann hjá konuni.

Annaðhvørt prógvar ákæruvaldið, at tann skuldsetti í nóg ógvusligan mun vildi gera ilt, ella ger tað tað ikki!
Og soleiðis er tað við øllum álvarsligum brotum: tað er ikki nokk at vísa á eina skyldiga gerð (actus reus), men tað skal eisini ein skyldigur tanki til (mens rea). Eitt brotsligt ætl.
Tí er tað djúpt átaluvert, og sikkurt eisini opportunistiskt, at halda uppá, at ”sex uttan samtykki er neyðtøka”. Avleiðingin av simplifiseringini er, at leypir tú “brotsligt ætl” um í neyðtøkumálum (har vanliga ongi vitni eru, bert ætlað offur og ætlaður brotsmaður), tá javnsetir tú tankaleysar, fullar menn, sum endaðu í idiotiskum og harmiligum sex, við hard core brotsmenn.

Tað er jú trúliga vitleyst. At hava ein grovbýttan tanka er ikki tað sama sum at hava ein skyldigan tanka. Kriminalitetur er nakað fløkjasligt nakað, revsilógin ikki minst, og tí ikki altíð nøkur svørt og hvít moralitets-søga, upplýsingar-lætta Amnesia International og tey prinsippfátæku á smáborgarliga vinstravonginum vilja hava teg at halda.

Men, sjálvandi, ringt hjá mær at vita, hvussu boring miðalklassa damur í stilettum hava sex: um tær bestemma tvørturígjøgnum ella, eisini her, leggja eina vikuætlan fyri, hvussu maðurin skal taka hana. Brave New World.

Vit uppliva eginliga enn eina redefinitión; hesuferð ikki av hjúnabandinum, men av ”neyðtøku”—til nú at vera ”keðiligt seksuelt upplivilsi”. Yeah! Men “keðiligt seksuelt upplvilsi” hevur nakað við integritet at gera, sálarligan sum kropsligan, og einki við eina andstyggiliga gerð at gera.

Brotsligt ætl ella skyldigur tanki eigur enn at vera ein ósundurskiljandi partur av revsilógini—serstakliga í neyðtøkumálum, ið ofta hava langar fongsulsrevsingar við sær. Grundin er, at fyri at kunna kalla teg eitt  samansett og rættvíst land, tá eigur tú bert at stempla hasi “brotsmenn”, ið seta sær fyri ella við vilja planleggja eitt brot. Tað Føroyar, eg vil hava, eigur bert at revsa hasi, ið bera andliga og moralska ábyrgd fyri sína brotsgerð.

Amnesty og tess misantropisku stuðlar ynskja at umskriva substansin í neyðtøkuni; og við hesum taka okkum burtur frá tí, vit nú hava, eitt líkinda siviliserað samfelag, til nakað væl meiri óframkomið, miðaldarsligt eitt, har vit revsa borgarar uttan skyldigan tanka.

Hetta er ein stórfeit grásona, men sex uttan samtykki er so undir øllum umstøðum ikki neyðtøka.
Rætt, neyðtøka er ein ræðulig misgerð, men kriminalitetur er nakað fløkjasligt nakað, nakað óvanliga samansett nakað. Lukkutíð so. Ongantíð simpult.

Av tí sama vilja nevndu kroppar so ræðuliga gjarna fáa fatur á okkara avkomi, “ókontrellerað passión og ressursufátøk alt pakkið”. Men tey vilja ikki innum skúlagátt fyri at læra børn lívfrøðilig fakta um samlegu, men at læra tey, moralisera!, at tað er ein skeivur og ein rættur máti, tá tú sum ungur roynir at navigera teg fram til seksuelt samtykki við viðkomandi, tú hevur hug til.

Menniskju eru merkilig. Tað eru altíð hini, sum skulu bera seg hampuliga at. Altíð hini, sum strangari lógir skulu gerast til. Sum vinmaðurin segði: "Fyrr var Politiið politi. Nú vilja næstan øll onnur eisini vera tað".

Rætt so. Og konsekvensurin er, at lógirnar raka ólukkuliga skeivt, og dirigera menniskju øvutan veg, "ein veg, sum ger okkum uppaftur bangnari fyri hvør øðrum... ".