Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

SEV skal ikki tvingast at keypa óneyðuga orku

2022-04-28 11:10
Nú verður SEV tvingað at keypa orku frá einum privatum felagi, sjálvt um orkan fer til spillis.

Seinastu tíðina hava verið óvanligar príshækkingar í streymprísum í øllum Evropa, men ikki í Føroyum.

Orsøkin er, at SEV hevur tryggjað seg í langtíðaravtalu og kann tí halda prísstøðið. Tað sama er ikki galdandi í nógvum øðrum londum í Evropa, og tað hevur merkt stórar príshækkingar fyri brúkaran.

Stjórin í SEV segði í miðlunum hósdagin, at elframleiðslan frá nýggju vindmyllunum hjá Vindrøkt verður størri enn SEV megnar at taka ímóti. Men SEV skal allíkavæl gjalda fullan prís.

Tað er bara ein, sum kann gjalda fyri tað. Tað er brúkarin. Føroyska vinnulívið og føroysku húsarhaldini. Tað er ikki í lagi.

Tí hevur Henrik Old spurt landsstýrismannin, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at SEV verður tvingað til hetta.

Les fyrispurningin her