Setrið - ein maður í Speedos

Hetta er triðja greinin av seks pørtum. Fari við hesum at viðgera evnið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum. Í undanfarnu greinunum viðgjørdi undirritaði játtanina til Fróðskaparsetrið, menningina av nýggjastu útbúgvingunum á søgu- og samfelagsdeildini. Harafturat var kjakið um altjóða universitet viðgjørd.

Greinarøðin tekur ikki bara støði í politiska gerandisdegnum, men verður harumframt grundað á gerandisdagin, sum undirritaði hevur á Setrinum. Samantvinningin av praktiskum og politiskum áhugamálum er ikki so einføld, men skal undirritaði eftir besta førimuni halda tingini atskild.

Hendan greinin snýr seg um Setrið, sum søluvøru.

Lýsingar

Tað nyttar ikki at hava alskyns útbúgvingar, um Setrið ikki dugir at selja vøruna. Tíverri hevur Fróðskaparsetrið ikki røkt hesa skylduna, tí seinastu árini hava teir ikki gjørt sær neyðuga ómakin við at draga nýggjar og ungar næmingar afturat sær. Áðrenn eg komi til grundgevingarnar, fari eg at lýsa eina hending í Hollandi, sum eg meti er sambærilig við lýsingarnar hjá Setrinum.

Var júst fluttur til Holland, veðrið var gott, so vit fóru øll ein familjutúr oman á strondina í Scheveningen. Tað uddi av fólki. Góðveðursdagurin var byrjanin til nýggja kapittulin í Hollandi. Fyri at vera erligur, væntaði eg at síggja ørgrynnu av vøkrum og væltrenaðum kvinnum í bikini, men tað var ikki beinleiðis tað, sum eg upplivdi. Ístaðin var fyrsta sjónin á strondini ein gamal og gráhærdur maður, sum hevði knýtt síða hárið í ein langan hestahala. Maðurin vigaði hálvhundrað kilo ov nógv, hann stríddi seg gjøgnum sandin við sínum strammu stars and stripesSpeedos svimjubuksum.

Tað er óneyðugt at lýsa kensluna, men onkursvegna stóð eg við somu kenslu, tá ið eg opnaði lýsingina fyri Setrið, tá ið eg umhugsaði at byrja á Setrinum í 2010.

Faldarin var býttur út á øllum skúlunum í landinum, hann var enntá í bløðunum, tí hetta var fyrsta árið, at Setrið bjóðaði útbúgvingar í samfelags- og stjórnmálafrøði aftur aftaná nøkur still ár. Faldarin bar heitið “Setrið er betri.”

Við upplýsingum um ymisku útbúgvingarnar royndu lýsingarfólkini á Setrinum at fáa meg at velja Setrið fram um útbúgvingarnar í útlondum, tí “Setrið var betri” enn hinar útbúgvingarnar. Sjálvt átakið var í lagi, men tað, sum eg fýltist mest á, var tað, at av teimum fimm útbúgvingunum, sum vóru umboðaðar í faldaranum, nýtti Setrið myndir av fólkum, ið vóru omanfyri tey fjøruti árini. Um eg valdi Setrið, kom eg í framtíðini at ganga í flokki saman við javnaldrunum hjá foreldrunum hjá mær. Hetta var somuleiðis faldarin, sum skuldi fáa miðnámsskúlanæmingarnir at lesa í Føroyum, tá ið tey vórðu liðug við miðnám.

Er tað løgið, at tey ungu velja Setrið frá?

Tað er sum við hasum gamla manninum á strondini í Hollandi. Tú kanst ikki nýta hálvthundrað ára gamla mannin í stars and stripesSpeedos, tá ið tú skal selja strondina í Schevningen til ferðafólk!

Sama er galdandi fyri Setrið.

Framgongd

Tíbetur dugir Setrið betur at selja boðskapin í 2012. Nýggja lýsingin hjá Setrinum, sum hevur verið á facebook og í sjónvarpinum, vísir, at Setrið er meiri tilvitað um marknaðarføringina. Tey hava fingið yrkisfólk afturat sær, sum royna at spæla við forvitnið hjá ungdóminum. Við nýggju lýsingini koma tey inná trý grundleggjandi ting:

“Vit eta, sova og elskast.”

Hetta kveikir áhugan, tí samanspælingin av tónleikinum og skjóttskiftandi myndunum ger, at hyggjarin ikki keðir seg. Síðani kemur sloganið hjá Setrinum:

“Viljin til at vita og gera betur”.

Hetta er alneyðugt, tí Setrið hevur tíverri nakrar fordómar hangandi yvir sær, sum tey partvís hava skyldina í:

1. Er tað ikki bara gomul fólk, ið ganga á Setrinum?

2. Hvat lesa tey á Setrinum?

3. Hvat er tað fyri fólkaslag?

1. Er tað ikki bara gomul fólk, ið ganga á Setrinum

Jú, tað eru bara gomul fólk, ið ganga á Setrinum, um Setrið marknaðarførir seg við gomlum fólkum. Sama er galdandi, tá ið tey eru til t.d. Markleys útbúgving og aðrar ráðstevnur. Myndirnar og lýsingarnar eru andlitið úteftir, og tískil er tað ikki løgið, at fólk, sum ikki hava nakað tilknýti til Setrið, hava hesa fatanina.

Hendan myndin sigur tó ikki allan sannleikan, tí tað eru hóast alt ung, sum ganga á Setrinum. Akkurát, hvussu nógv, havi eg ikki tøl fyri, men tað er harafturímóti umráðandi, at Setrið gagnnýtir ungu næmingarnar, tá ið útbúgvingarnar skulu seljast. Tað ger tað lættari hjá miðnámsskúlanæmingunum, tá tey skulu velja millum Føroyar, Danmark ella okkurt triðja, tí tey hava meiri til felags við ung, enn hvat tey hava við tilkomin fólk.

Tað er harafturat vert at hava í huga, at tað eru omanfyri 800 næmingar, sum eru undir hægri útbúgving í Føroyum. Hetta eru ambassadørar, eru livandi lýsingar, sum til eina og hvørja tíð kunnu marknaðarføra útbúgvingarnar á Setrinum.

Hetta er umráðandi fyri spurningin um fráflyting, tí Setrið er ein góður skúli. Tilkomin skulu vera vælkomin, men Setrið hevur tørv á einari andlitsnákan, um ungdómurin skal velja Setrið fram um útlond.

2. Hvat lesa tey á Setrinum?

Eri av tí áskoðan, at ung halda, tá ið tey søkja inn á Setrið, skulu tey vera verandi í Føroyum restina av lívinum. Hetta er ikki beinleiðis satt, tí umvegis Setrið hava lesandi møguleikan at taka semestur og skeið í Danmark, Skotlandi, USA, Kina, ja, tú hevur møguleikan at taka semestur næstan allastaðni í heiminum. Hetta átti at verið ein greiður boðskapur, serliga tá ið fólk fýlast á, at samgongan ætlar at gera studningin um til lán. Summi vilja vera við, at hetta er at stavnsbinda ungdómin, so at hann skal koma aftur til Føroyar, men um vit hyggja at hini síðuni, er hetta ein máti at fáa fólk á Fróðskaparsetrið.

Ung kunnu taka fyrsta semestrið í Føroyum, fyri síðani at taka restina av semestrunum í Danmark, Bretlandi, Kina, Japan, ja, tey hava møguleikan at lesa víðari í øllum heiminum.

Uttan bindingar ella forðingar!

Sostatt verða tey bara skrásett á Setrinum, men tey hava frælsi í at velja sína útbúgving, akkurát sum teimum lystir.

Tey koma harafturat heldur ikki at gjalda fyri nakað lestrarlán, tí tey eru skrásett í Føroyum!

Tað kann í sama viðfangi nevnast, at sjey næmingar á søgu- og samfelagsdeildini fluttu til San Diego í august mánað, har tey fara undir fimta semestrið í USA. Hetta er gleðiligt, tí tað vísir, at sjálvt um ein lesur í Føroyum, hevur viðkomandi møguleikan at lesa uttanlands. Tað er eingin forðing, tí at útbúgvingin í Føroyum lýkur altjóða treytir!

Men Setrið má selja boðskapin!

3. Hvat er tað fyri fólkaslag

Hetta er ein afturvendandi spurningur, sum møguliga hevur sín uppruna í marknaðaføringini, tí næmingarnir á Setrinum eru ikki sjónligir í almenna rúminum - ikki beinleiðis.

Um vit síðani hyggja, hvat tað er fyri fólkaslag, sum annaðhvørt gongur ella hevur gingið á Setrinum, kunnu vit nevna brøðurnar Una og Páll Holm Johannesen, Heina og Stefan í Skorini, umframt meg sjálvan. Hvat hava hesir í felags? Jú, allir hava skrivað bøkur á lutfalsliga ungum aldri. Tað mugu vera fáa universiteti í heiminum, sum hava so nógvar rithøvundar í einum so lítlum universiteti. Um vit síðani taka stjórar, hava bæði Magni Arge (stjóri á Atlantic Airways) og Hákun Djurhuus (fyrrverandi stjóri í Shell og núverandi stjóri hjá SEV) lisið á Setrinum. Sostatt er tað umráðandi fyri Setrið, at tey gagnnýta fyrr- og núverandi næmingar, tá ið tað kemur til at selja Setrið, tí ungdómurin ivast veruliga í, hvør gongur á Setrinum. Um tað bara eru óambisjøsir næmigar, sum ikki tora ella tíma at fara av landinum. Áðurnevndu dømi prógvað hinvegin, at tað eru ambisjøsir og dugnaligir næmingar, sum ganga á Setrinum. Hetta samsvarar væl við boðskapin í nýggju lýsingini hjá Fróðskaparsetrinum, tí “tú kemur ikki sovandi ígjøgnum, og her verður einki fjasarí”

Men Setrið skal selja vøruna.

Fjølmiðlar

Tað er óneyðugt at harta fjølmiðlarnar, tí teir gera eitt gott arbeiði, tá ið teir lýsa avbjóðingina við fráflyting. Viðhvørt kemur tað tíverri fyri, at teir gloyma, at tað eru omanfyri 800 næmingar, ið taka hægri útbúgving í Føroyum. Tað kundi sjálvandi verið fleiri, men tað, sum eg vil við hesum er, at tað eisini er møguligt at tosa fólk av landinum.

Rás2 hevur ein fína sending “Ghetto Føroyar”, har tey tosa við lesandi í Danmark. Hesi ungu fólkini eru ikki heilt eirindaleys, tí tey leggja ikki fingrarnar í millum, tá ið tey lýsa, hvørjar ábøtur skulu fremjast í Føroyum. Hetta er partvís ábyrgdin hjá politikarunum, men tað er eins væl ábyrgdin hjá Setrinum, tí teir hava ikki selt boðskapin nóg væl.

Tá tað er sagt, hevði tað ikki verið áhugavert, um KVF ella Rás2 varpaðu ljós á næmingarnar í Føroyum? Gjørdu sendingar um tey? Hvørjar eru ambisjónirnar? Hvørjar arbeiðsroyndir hava tey? Hvat hendir í vikuskfitinum? Hvussu er at lesa í Føroyum?

Hetta sigi eg ikki bara, tí fjølmiðlarnir kunnu tosa ungdóm av landinum, men tað er umráðandi fyri umrøðuna á Setrinum, at næmingarnir koma í almenna rúmið, so at miðnámsskúlanæmingar bæði síggja og hoyra, at tey, sum ganga á Setrinum, ikki bara eru nøkur spøkilsir, sum savna dust úti á t.d. Føroymálsdeildini.

Vit hava góðar og dugnaligar lærarar, vit hava omanfyri 800 næmingar, sum eru undir hægri útbúgving í Føroyum, og vit hava eitt universitet, ið lýkur altjóða treytir.

Boðskapin skal Setrið selja!

Hanus Samró

Lesandi og løgtingslimur fyri fólkaflokkin