Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Setið ein stýrisskipanardómstól at tulka lógir

2013-09-24 21:26

Atfinningarsamir spurningar, eru seinastu tíðina settir um løgfrøðisligar heimildir og politiska handfaring, av ymiskum málum.

Landstýrismaðurin í Innlendismálum hevði hetta seinasta árið ábyrgdina av tveimum málum, sum rúma tíð myndaðu forsíður í bløðum og loftmiðlum. Tað fyrra var løgtingsmál nr. 145 um stytting av hoyringsfreist, í samband við bygging av frostgoymslu á Tvøroyri. Løgtingið samtykti endaliga uppskotið við 21 atkvøðum fyri, 11 ímóti og ein var blonk. Sum skilst er hetta málið kært og kemur fyri Eystara Landsrætt einafer í heyst.

Hitt seinra er Eysturoyartunnilin.

Hóast tað ikki kundi ávísast, at landstýrismaðurin hevði gjørt nakað skeivt í hesum málið, so skapti viðgerðin slíka øsing og órógv í politisku skipanini, at løgmaður av hesi orsøk til seinast kendi seg noyddan, at loysa landstýrismannin úr starvi.

Nú hevur so Landstýrismálanevndin tikið tunnilsmálið upp. Samstundis streingja partar av andstøðuni av øllum alvi á, at fáa sett ein kanningarstjóra, til tess at kanna leiklutin hjá landstýrismanninum og løgmanni í hesum máli.

Vit mangla í okkara stýrisskipan ein myndugleika, sum hevur tað endaliga orðið, tá støða skal takast til, hvussu okkara stýrisskipanarlóg og játtanarlóg skulu tulkast.

Ein avleiðing av hesum er, at nógvar ymiskar løgfrøðingar meiningar kunnu vera um eitt ávíst mál. Men eingin av teimum kann brúkast til nakað sum helst.

Hetta ger at almenningurin missir álitið á politisku skipanina, og eingin fær nakrantíð eitt endaligt svar uppá, hvørt eitt mál er lógligt ella ólógligt.

Eisini ger hetta, at landsstýrið ikki torir at taka avgerðir í ávísum málum. Besta dømi er tunnilsmálið, har landsstýrismaðurin ikki fekk loyvi at undirskriva eina avtalu, tí andstøða, einkultir samgongulimir og fjølmiðlar settu spurnartekin við heimildina hjá landsstýrismanninum at skriva undir.

Ein máti at loysa trupulleikan er, at seta á stovn ein Stýrisskipanardómstól, sum skal hava endaliga orðið, tá um tulking av stýrisskipanarlóg og játtanarlóggávu ræður.

Í Stýrisskipanardómstólinum eiga at sita tríggir løgfrøðingar, sum taka avgerð við vanligum meiriluta.

Bert løgmaður, landsstýrismenn og ein meiriluti av løgtinginum, eiga at kunna biðja Stýrisskipanardómstólin um at taka avgerð í einum máli.

Eisini mál, har landsstýrismaðurin ætlar at taka avgerð, eiga at kunna leggjast fyri Stýrisskipanardómstólin.