Set krossin við Nytt Sjálvstyri ella X við Sofus Hansen - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri

2015-08-17 21:25

 Djóraverndarlógin má og skal endurskoðast. Lógin er ikki tíðarhóskandi longur og treingir til stórar ábøtur.

Sjúkrahús skulu raðfestast væl hægri enn tey eru í dag

Almannaverkið endurskoðast og vera meiri tillaga teimum sum hava fingið skaða ella álvarsligar sjúkur

ALS skal endurskoðast og tillagast meira teimum arbeiðsleysu.

Bert fólka / fyritíðarpensjunistar við føstum búðstaði skulu hava rætt at fáa oljustuðul.

Um ein unglingur av bygd ynskjir at nema sær útbúgving skal hesin / hendan fáa stuðul.

Fyritíðarpensjonistar skulu fáa loyvið at flyta millum Føroyar og Danmark uttan so at hesi fólk skulu gerast syndabukkur í einum fólkaræðisligum/demokratiskum landi.

SEV skal í 2018 bert selja grøna orku.

Boringar skulu gerast hvar endamáli er at leita eftir heitum vatni,

Oljuavgjaldið til fólka og fyritíðarpensjonistar skal avtakast.

Flatskatturin skal avtakast, og landsbankin skal setast á stovn aftur.

Ì dag er ikki møguligt hjá fólki at byggja nyggj sethús á útoyggjum, bankarnir nokta at geva lán. Fyri at styrkja útoyggjarnar mugu vit gera tað møguligt hjá fólki, sum ynskja at búgva har, at byggja sær bústað.

Vinarliga Sofus Hansen

Valevni fyri Nytt Sjálvstyri