Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Sendistovu í Moskva - og hvat so?

2015-03-27 22:18

Fyri fáum døgum síðani lótu Føroyar sendistovu á stovn í Moskva í Russlandi. Endamálið er at røkja samstarv, samvinnu, samhandil v.m. á ein betri og meira skipaðan og miðvísan hátt.

Tá farið verður inn í eitt land – veri tað seg í handilsørindum, arbeiðsørindum ella líknandi – er tað ein royndur lutur, at gott innlit í mál og mentan í hesum landi er ein stórur vinningur og eitt amboð at røkka langt. Tí kundi tað verið áhugavert, at føroyskir næmingar fingu møguleika at útbúgva seg í russiskum máli og mentan í fólkaskúla ella á miðnámi og harvið koma fyrr í gongd við eina yrkisleið, sum leggur dent á samhandil og altjóða samstarv við ella bara á vitan um russiskt og russisk viðurskifti.

Fyrr var møguleiki at velja russiskt sum fremmandamál á studentaskúalnum í Hoydølum. Á heimasíðuni namsaetlanir.net, er eingin námsætlan fyri russiskt at hóma.

Svar uppá fyrispurning hjá undirritaðu til landsstýrismannin í undirvísingarmálum um fremmandamálspolitikk í nov. 2014 benda á, at ikki stórvegis ætlanir eru um miðvíst at fara eftir nøkrum serligum úrslitum, sum ganga hond í hond við t.d. politisk átøk í altjóða viðurskiftum Føroya. Heldur tykist vera latið upp til áhuga teirra lesandi, um Føroyar skal bjóða hesa ella hasa lærugreinina – í hesum førinum russiskt mál “Um áhugi er millum lesandi at læra ávíst fremmandamál, sum ikki er í skipanini frammanundan, verður, um tað á nakran hátt er gjørligt, skipað so fyri, at tað ber til. Hinvegin eru stig ikki tikin til at bjóða út onnur mál enn.”

Spurningurin er, um politikkur á ymisku økjunum gongur hond í hond ella ikki, og um nøkur miðvís ætlan er at seta kós sum myndugleiki – í hesum førinum undirvísingarmyndugleiki.

Eg havi vegna Framsókn sett fram fyrispurningar, sum viðvíkja russiskum máli og mentan og í hvønn mun útbúgvingarlig átøk fylgja við tí nýggjasta stiginum í uttanríkispolitikki Føroya:

Les fyrispurningarnar her: http://www.logting.fo/files/casewrittenquestion/499/076.14%20Spurningur%20til%20B.Kalsoe%20fra%20H.Jensen-Undirvising-i-russiskum.pdf