Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Semja um umlættingar- og rehabiliteringsdepil

2019-11-12 11:42

Semja ímillum Tórshavnar kommunu (TK) og Eigarafelagið Hoyvíkshædd (EiH) um umlættingar- og rehabiliterings depilin URD á Hoyvíkshædd

Á býráðsfundi 30. oktober samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð eitt semings uppskot, sum EiH hevur gjørt saman við borgarstjóranum, umsitingini og býráðsmeirilutanum.

Hendan semjan inniber at URD verður minkaður eitt sindur, so frástøðan frá nøkrum av nærmastu grannunum verður størri í mun til ætlanina sum fyrilá.

Somuleiðis verða tillagingar gjørdar við vegin, sum kemur framvið URD, soleiðis at hann verður blindur, ikki ov høgur og ein grønur geiri verður ímillum vegin og nærmastu grannarnar í Gortrugøtu.

TK hevur lovað okkum at parkerings viðurskiftini verða gjørd soleiðis, at bilar hjá vitjandi og starvsfólkum ikki koma at órógva okkum sum búgva rundan um.

Eisini er hæddin á mønuni staðfest umleið ein hálvan metur undir uppruna ætlanini.

Sjálvt um at vit framvegis halda at URD átti at verði bygdur longur burturfrá grannunum og lægri, so góðtaka vit hesa semju.

Vit hyggja nú frameftir, og fara at taka væl í móti URD og teimum, sum koma at búgva og virka har.

Í samband við hesa ósemjuna sum íkom, tá ið tað gjørdist greitt fyri okkum, hvussu høgur bygningurin ætlandi skuldi blíva og hvussu tætt hann skuldi byggjast uppat grannunum í Gortrugøtu, vilja vit takka Anniku Olsen borgarstjóra fyri tað arbeiði hon hevur gjørt fyri at røkka einari semju.

Niðurstøða
Vit kunnu staðfesta at hendan orrustan ímillum EiH og TK kundi verði fyribyrgd, um TK kunnaði nábúgvarnar um prosjekti við lidnum tekningum, áðrenn skriva varð undir við arbeiðstakaran.

Um bygningurin varð lagdur nakrar metrar longri eystri og eitt sindur lægri, so var tað ikki bara betur fyri nábúgvarnar, men eisini betri fyri tey, sum koma at virka í URD.

Somuleiðis meta vit, at leisturin við ”heildararbeiðstøku” ikki er vælegnaður, tá ið bygt verður so tætt uppat og uppfyri verandi bústøðum. Tað má skipast so fyri at allar staðsetingar, hæddarkotur og tekningar sum heild eru lidnar og viðgjørdar av øllum pørtum, áðrenn byrja verður at grava og spreingja.

Gongdin í málinum
Í apríl 2018 fekk eigarafelagið eitt skriv til hoyringar um staðseting av nýggjum umlættingar- og rehabiliteringsdepli.

Ætlanin var at byggja depilin rundan um heyggin við Rólantsgøtu á Hoyvíkshædd.

Vit, sum bygdu á Hoyvíkshædd (tá varð økið kalla Hoyvíkshagi suður), hava allatíð vita, at TK hevur havt møguleika at byggja eitt hvørt har.

Tey fyrstu árini var talan um barnagarð, men hendan ætlan bleiv slept.

Andin í hoyringarsvarinum, sum vit sendu TK, var positivur um virksemi í umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum, og at ein slíkur depil var vælkomin.

Men vit vístu samstundis á týdningin, at bygningurin var gjørdur skynsamt í mun til okkum nábúgvar.

Har er gott pláss at byggja, so ikki er neyðugt at byggja soleiðis at bygningurin órógvar fólkið, sum búleikast rundan um.

Eisini gjørdu vit greitt, at vit vildu verða kunnað um gongdina av prosjektinum so líðandi.

Í avtalu frá 2003 sum var gjørd ímillum TK og eigarafelagið er staðfest, at samráðingar skulu vera við eigarafelagið um nýtsluna av økinum.

Gjøgnum summarið og heystið 2018 vóru vit javnan í samband við umsitingina í TK fyri at vita hvussu gekk við prosjektinum.

Í hesum telefonsamrøðum løgdu vit eina við týdningin av at vera kunnað væl og virðiliga um allar tekningar, áðrenn tey byrjaðu at grava og spreingja, so at allar staðsetingar og evt. misskiljingar vóru avgreiddar, áðrenn maskinurnar komu á øki.

Tíðliga í 2019 frætta vit frá fyrrverandi verkætlanarleiðaranum at tríggjar byggifyritøkur vóru bidnar um at koma við hvør sínum uppskotið um prosjekt.

Ein dómsnevnd var vald sum skuldi taka støðu til hvat skuldi veljast.

Uppskotini skuldu vera inni uml. 1 mars.

Vit spurdu um tað var møguligt hjá okkum at vera við í hesi dómsnevnd, men tað var avvíst.

Vit hoyrdu so einki aftur fyrr enn hóskvøldið 28. mars tá ið mynd av borgarstjóranum og forkvinnuni í eldranevndini var facebook vanganum hjá TK við eini plansju av tí sum skuldi verða nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD.

Hetta var samtykt á býráðsfundi sama kvøld.

Vit blivu sum vera man sera kløkk, tí vit høvdu vænta, at eigarafelagið varð kunnað og møguliga hoyrt áðrenn tað bleiv avgjørt hvussu bygningurin kom at síggja út.

Vit spurdu beinanvegin eftir tekningunum sum fyrilógu.

Eftir nakrar dagar fingu vit at vita, at vit ikki kundu fáa tekningarnar, tí TK var í samráðingum við vinnandi aktørin um sparingar av bygninginum.

Spurdi so borgarstjóran um tað var møguligt hjá okkum at koma á fund við TK har vit kundu síggja tekningarnar. Tað varð játta.

Fundurin var 10. apríl, har blivu sokallaðar skitsutekningar framlagdar fyri okkum, tí tær veruligu tekningarnar vóru ikki gjørdar.

Vit høvdu hesar viðmerkingar til tekningarnar:

• Vegurin framvið grannunum í Gortrugøtu ikki verður gjøgnumkoyrandi.

• Annaðhvørt, at bygningurin verður fluttur nakað longur oman í dalin, soleiðis at hann ikki kemur so tætt upp at húsunum, ella at bygningurin verður styttur nakað í báðum endum.

• At planeringshæddin verður ájøvn við norðasta grannan.

Umboðini fyri TK søgdu at tey skyldu kannað møguleikarnar fyri okkara ynskjum.

Á aðalfundinum hjá eigarafelagnum 29. mai vóru tekniski stjórin í TK og verkætlanarleiðarin fyri URD og vístu okkum tekningarnar og greiddu leystliga frá ætlanini.

Teir nevndu at planeringskodan for at verða uml. ein metur undir Rólantsgøtu, og bygningurin fór nokk at blíva 6,5 metur høgur.

Vit fingu tær fyrstu skitsutekningarnar í juni.

Tær vístu ikki serliga nógv, men út frá teimum og útsøgnini hjá tekniska stjóra á aðalfundinum um planeringskoduna, gjørdu vit ein gálga á økinum, sum skuldi vísa hæddina á mønuni.

Út frá hesum sendu vit viðmerkingar til TK har vit í høvuðsheitum bóðu um at fáa bygningin lækkaðan ein metur.

Vit fingu einki veruligt svar frá TK uppá viðmerkingarnar, men vit fingu eina rúgvu av tekningum og øðrum tilfari sendandi uttan nakra forkláring.

Tað var trupult at gera nakra niðurstøðu út frá hesum tilfari m.a. tí at tað ikki var samsvar ímillum ymsar tekningar.

Maskinurnar byrjaðu av álvara at grava og bora mikudagin 10. juli.

Vit høvdu framvegis ikki fingið endaligu planeringskoduna frá TK.

Ringdu til TK fyri at fáa endaligu hæddin at vita, men tað var trupult at fáa fatur á nøkrum sum visti, tí øll vóru farin í feriu.

Vit fingu so at vita, at endaligu tekningar vóru ikki gjørdar tí at hetta var ein sokallað jeildararbeiðstøka.

T.v.s at arbeiðstakarin kundi byrja at bora og spreingja uttan at allar tekningar vóru gjørdar og harvið var endaliga staðsetingin og hæddin ikki avgjørd.

Men vit fingu upplýst, at hæddin á mønuni nokk fór at verða ein knappan metur hægri enn tað, sum vit upprunaliga høvdu fingið at vita frá tekniska stjóranum.

Hetta vóru vit sera misnøgd við og kendu at vit sum grannar als ikki vóru hoyrd ella høvdu fingið røttu upplýsingar.

Vit skrivaðu síðan í tveimum umførum hvassorðað opin brøv til býráðslimirnar, umsitingina og borgarstjóran, har vit m.a. heittu á TK um at steðga gravi- og spreingiarbeiðinum inntil endalig hædd og staðseting var staðfest.

Hesi brøv fingu umtalu í fjølmiðlunum.

Eftir ólavsøku kom ávíst samskifti í lag við TK.

Vit fingu okkum ein advokat at hjálpa okkum við hesum samskifti.

Borgarstjórin bjóðaði okkum á fleiri fundir har vit kundu greiða frá okkara sjónarmiðum.

Vit greiddu frá at tað er púra óneyðugt at byggja URD so tætt uppat grannunum og so høgt uppfyri. Har er ríkiligt av plássi at flyta bygningin eitt sindur longur eystur og harvið fáa byggingin lægri í lendi.

Hetta hevði eisini verið betri fyri tey, sum koma at virka í URD, tí eftir hesi ætlan liggja allar inngongdir, sansaøki og hvíliøki beint í vesturættirnar, sum kunnu vera rættuliga ringar har.

Um bygningurin bleiv lagdur lægri, so kom hann í lívd av heygginum.

Tað var eitt ávíst forstáilsi fyri okkara ynskjum og viðmerkingum, men TK hevði skriva undir við arbeiðstakaran og bundi seg til ein ávísan prís. Tað visti seg, at prísurin fyri at gera slíkar tillagingar sum vit vístu á, kundi blíva ekstremt høgur.

Eftir fleiri fundir og gott samskifti aftur og fram, komu vit á seinasta fundinum 25. oktober til hesa semju, sum meirilutin samtykti á býráðsfundinum 30. oktober.

Vit hyggja nú frameftir, gleða okkum til URD verður liðugur og at starvsfólk og brúkarar koma at virka har.

Vegna Eigarafelagið Hoyvíkshædd
Petur Skeel Dahl
Formaður