Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Semja um okkara uppskot um viðgerðartrygd til allar føroyingar

Heilsupolitikkur - 

Ein samd Trivnaðarnevnd hjá Løgtinginum tekur undir við uppskotinum til samtyktar, um at seta í verk skipan í sjúkrahúsverkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar. Sambandsflokkurin hevur roynt at varpa ljós á tørvin á einari skipan við viðgerðartrygd og hevur hetta nú givið úrslit

Eg eri sera glaður og takksamur fyri, at uppskotið um viðgerðartrygd, sum vit í Sambandsflokkinum løgdu fram 3. november 2017, nú fær so breiða politiska undirtøku í Tinginum.

Við hesari løgtingsamtyktini verður nú farið undir at kanna og útgreina í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, hvussu ein slík skipan við viðgerðar­trygd kann setast í verk, hvat henda kostar at seta á stovn og reka o.a. Í hesum sambandi er ætlanin eisini at gera lóggávu á økinum.

Føroyska sjúkrahúsverkið er ein av hornasteinunum undir okkara vælferðarsamfelag. Í løtuni er nakað, sum bendir á, at vit á ávísum økjum eru eftirbátar við viðgerð ella at sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð verða settir á bíðilistar í ov langa tíð.

Endamálið við viðgerðartrygd er m.a. at tryggja hægri lívsgóðsku hjá borgarunum og sjúklingum og teirra familjum, við at hesi fáa eina væl skipaða, dygdargóða og skjóta heilsuviðgerð og tænastu. Endamálið er eisini, at fólk, sum eru fyri sjúku kunnu koma skjótt útaftur í dagligdagin og arbeiðslívið at virka o.a.

Sambandsflokkurin heldur, at tíðin nú er komin, at heilsumyndugleikarnir eiga at geva øllum borgarum eina viðgerðartrygd, heldur enn at lata fólk bíða eftir játtanum, sum skulu koma næsta ár. Ein skipanin við viðgerðartrygd eigur t.d. at líkastilla bæði somatiska og sálarliga økið.

Málið eigur at vera, at vit koma upp á sama støði, sum okkara grannalond, ið verða mett at hava heimsins bestu vælferðarskipanir. Hesi lond kappast vit við um okkara týdningarmesta tilfeingið, ið er fólkið.

Vit eiga at seta okkum sum mál, at ongin skal bíða longur enn 1 mánað frá tí, at illgruni um sjúku er staðfestur, og til viðgerðin verður sett í verk. Hetta er til gagns fyri borgaran og samfelagið, tí tá stendur heilsubót ovast, og pengar eru at spara í seinasta enda.

Eg haldi, at henda breiða undirtøka í Løgtinginum verður ein varði í føroyskari sjúkrahússøgu - og vil við hesum takka samgongu og andstøðu fyri tað.

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og limur í Trivnaðarnevndini

RN