SEKSUELLUR ÁGANGUR – TABU!? - hjálparleys offur

2014-01-09 21:31

  

Týskvøldið 7. januar var stórur almennur fundur hildin í GRÚGVUNI í Lamba. Tað var Hilda Viderø, sum hevði tikið stig til fundin, og tað var fullsett.

 

Hon bjóðaði  til fundar vegna felagsskapin ÁSÁ, sum stendur fyri  “Árin av Seksuellum Ágangi.” Felagskapurin er stovnaður í 2009 við tí endamáli at kunna um hvat tað ger við børn, tá tey verða útsett fyri seksuellum ágangi.

 

Hilda er ein eldsál innanfyri hetta málsøkið, sum má sigast at vera eitt ógvuliga heitt evni í dagsins Føroyum. Tað varð upplýst á fundinum, at hóast eingi almenn hagtøl eru tøk, so kann man við rímiligari vissu siga, at onkustaðni millum 10-20 % eru offur fyri seksuellum ágangi – eitt tal, sum rópar um hjálp! og hjálp er nevniliga tað, sum Hilda og onnur við henni vildu við fundinum týskvøldi.

 

Hilda hevði áhugaverdan fyrilestur um evni, og legði upp til spurningar og tjak, og tað varð væl tikið undir við øllum, sum varð ført fram. Spurningar og viðmerkingar ruku um høvdini á fundarluttakarunum, sum eisini fingu høvið til ein drekkasteðg, har evni varð víðari viðgjørt mann til mann. Tjakið var bæði livandi og sakligt, og varpaði enn meiri ljós á málið, enn sjálvur fyrilesturin.

 

Tungir fundarluttakarar

Á fundinum vóru fleiri prestar, samkomuleiðarar, bíbliulærarar, prædikumenn, summarleguleiðarar, stovnsleiðarar og onnur, so tað er skilligt, at tað var eitt tungt klientel, sum Hilda helt fyilestur fyri. Tað fekk hon eisini at royna, tá fleiri av hesum settu spurningar og komu við viðmerkingum og ískoytum. Men Hilda, sum hevur virkað á feltinum síðani 1993, dugdi væl at svara og leggja fram.

 

Hagtøl

Onkur stovnsleiðari kom inn á, at tað eru eingi almenn hagtøl í  Føroyum viðvíkjandi seksuellum ágangi á børn, og at hetta er sera óheppi: “Tað er sera kostnaðarmikið at útvega kvalifiseraði hagtøl um hesi viðurskifti, men tað er tað almenna, sum má játta pening til slíkt kanningararbeiði.”  

 

Fyribyrging

Eisini varð upplýst á fundinum, at støð sum Zarepta, Nesvík og samkoman Lívdin hava gjørt vegleiðingar viðvíkjandi fyribyrging av seksuellum ágangi á teirra øki; “men hesar vegleiðingar hjálpa lítið, um tær verða lagdar niður í eina skuffiu,”  segði onkur.

 

Viðgerð

Eisini varð upplýst til samanberingar, at alkoholikarar fáa ókeypis viðgerð, meðan tann seksuelt skaddi ikki kann fáa ókeypis viðgerð, “men verður viðkomandi alkoholikari, sum úrslit av seksuella áganginum, so fær hann/hon ókeypis viðgerð, og tað vísir seg í mongum førum, at slík ofta gerast alkoholikarar.”

 

Í fyrilestrinum fingu luttakarnir eisini at hoyra, at ein út av tíggju krenkarum eru kvinnur, og at krenkarin dugir ikki at síggja, at tað er skeivt, sum hann ger.

 

Seint uppdaga

Hilda tók sum dømi eina ferðsluvanlukku, har persónur er fyri stórum persónligum løstum. Eina slíka vanlukku síggja og vita øll um við tað sama, og man fær tikið hond um tann seka og tann skadda beinanvegin. Men soleiðis er tað ikki, tá krenkarin fremur ágang á barnið. Vanlukkan hendir í einum lukkaðum rúmi, har einans krenkarin og barnið eru til staðar. Eingin sær, eingin hoyrir og eingin boðar frá, og vanlukkan verður ikki steðgað, men endurtekur seg aftur og aftur.

 

Betri kunning

Ímóti endanum av fundinum varð skotið upp, at tað varð gjørt munandi meiri við at geva fólkinum í samkomunum eina kvalifiseraða kunning um tær víttfevandi fylgjurnar, bæði fyri ofrið, krenkaran og familjurnar hjá báðum, sum standast av seksuellum ágangi á børn.

 

Fólkið fór av fundinum við tí í skjáttini, at vit mugu gerast betur til at síggja, hoyra og boða frá!