Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Seinasti summardagur í Sørvági – ein stór skomm!

2021-09-27 12:50

Í illveðrinum leygardagin hevði Sørvágs Kommuna boðið til ein seinasta summardag. Tað var nú spell at valið fall á tann leygardagurin, sum liggur tættast við heystar javndøgur. Heystjavndøgur er skifti ímillum summar og heyst. Og hettar er tann mest óstabila tíðin á árinum til veður. Men so vita vit tað til næstu ferð.

Men tað sum fall meira í eyguni var, at bygdarfólki var boðið inn í eitt kalt og vátt telt. Og tey sum ikki høvdu funni út av tí áðrenn tey fóru heimanífrá, komu heimaftur vát um beinini og kanska buksuvát við. Sosum Sørvágs Tónleikarafelag. Hornorkestri stóð í einum hyli og spældi, í rennandi vatni, og gleddu bygdarfólki við góðum tónleiki. Og har sat bygdarfólki í kulda og rennandi vatni og skuldi njóta dagin.

Og hettar var beint við síðuna av dansistovuni/biohøllina, sum hevur lívgað so væl til so nógvar góðar løtur, til gamans og álvara. Hesi hølir, Billustova, sum hevur verið til so stóra gleði í so nógv ár fyri sørvingar, vágafólk, ja fyri næstan alt føroya land.

Hvat var hettar fyri nakað ? Hvussu kundi hendan tragikomedian koma seg fyri?

Og erliga talt. Er tað ongin í Sørvágs Kommunu sum skammast? Tað burdu tey gjørt. Hví keypti Sørvágs Kommuna dansistovuna fyri árum síðani? Var tað fyri at lata hana forfella? So at vit ein dag komu hartil, at hon mátti rívast niður, vegna tann vánaliga standin hon er komin í? Tann dagurin er komin. Tann dagurin er her, her og nú. So tit eru í so máta komin í mál .

Billumenninir hava nokk verið framskygdir menn. Teir fingu fyriskipa dansistovu í Sørvági fyrst í farnu øld. Og aftaná kríggji fyriskipaðu teir film hvørja viku. Undir krígnum vístu bretarnir film uppi á Mýrum. Og tá bretski herurin var farin heimaftur tóku billumennirnir sær um reiggj og bóru biograftáttin víðari. Til so stóra gleðið fyri alt vágafólk. Hettar var nokk einasti stabili og fasti biografurin í Føroyum uttanfyri havnina. Hvørja viku, trúðligani, í miðviku tvey biokvøld og um vikuskifti tvey biokvøld. Og so var dansur í dansistovuni aftaná. Og biografurin koyrdi heilt til SVF fekk fastatøkur og filmfólki svann burtur við tí broyttu tíðini.

Tað kundi verið, at tað er onkur sum smílist í skeggi nú. Men tit skulu vita, at tað eisini er onkur sum heldur at tit skuldu skammast, ja skammast. Tí burtursæð frá at tit ynskja Billustovuna har pipari grør, so er tað ikki so nógv vit hava at verða stolt yvir.

Hygg eftir øðrum bygdum á stødd við Sørvág.

Í Vestmanna hava tey ítróttarhøll. Í Kollafirði hava tey ítróttarhøll. Á Eiðið hava tey ítróttarhøll. Á Skála hava tey ítróttarhøll. Ì Hvalba hava tey ítróttarhøll. Í Vági hava tey tvær ítróttarhallir. Tann gamla høllin í Vági er karmur um nógv tiltøk. Eitt nú árliga dansifestivalin. Hvat við countrifestivalinum í Sørvági? Hevði hann ikki uppiborið betri rammur? Hevði countrifestivalurin ikki uppiborið eini høli til at supplera tað so framúr uttandura tiltakið sum tað nú einaferð er. Men tað er uttandura. Og tá kann tað verða gott við nakað av lívd eisini, soleiðis sum Billustova so ofta hevur givið okkum.

Men nei. Her hjá okkum skal tað sindri vit hava standa til spott. Há og spott. Menn sum løgdu lunnar, menn sum lagaðu varðar. Høvdu teir ikki størri heiður uppiborið?

Og tá alt skal sigast. Hvat hava vit fingið fyri pengarnar her í bygdini. Vit fingu eina heila álíkning frá Vesturvón, 43 milliónir fyri 12 árum síðani. Vit fáa einar 3 milliónir árliga eykað vegna flogvøllin, meira enn aðrar kommunur. Men vit hava stórstu kommunuskuld og hægsta skattaprosent í landinum. Og hava eina bygd nidurtyngd í tungari ferðslu. Ikki minst í gomlu bygdini og á Skúlavegnum. Niðurmóðka, so at tað ikki er livandi hvørki hjá fólki ella fæði.

Hesin seinasti summardagur í Sørvági útstillaði elendigheitina sum tey nógvu seinastu bygdarráðini hava lagt eftir seg.Vit skulu nokkso langt afturí tíð fyri at finna nakað sum gjørdi sørvingar stoltar.

Bygdarráðið kundi saktans havt latið onkrum í hendi at drifta dansistovuna víðari. Tey kundu selt helvtina av bilparkini, og lat tann partin fara til at seta í stand og driftina av einum dansistovuni. Vit hava verðinsrekord í kommunubilum. Ermund kláraði seg í sínari tíð við sínum egna privatbili. Og tá kom minst líka nógv burturúr sum nú. Tí skal nakar seta í stand og drifta Dansistovuna, so krevst ein starthjálp og kanska eitt árligt tilskot nøkur ár eisini.

Tey kundu skriva út kapping til hvat og hvussu vit endurreisa dansistovuna til eitt verdugt bygdarhús. Og har kundu so verið nakrar treytir fyri at Billustova tó var tilgongilig til bygdartiltøk ávísar dagar í árinum, sosum hendan miseydnaða summardagin og eitt nú countrifestivalin.

Men tað krevur nakað av hugflogið, ella tað krevur visjónir. Tað krevst vilji og handling. Tað krevur alt tað, sum tíverri hevur verið mangulvøra í Sørvági í so nógv ár.  

Rune Nolsøe