Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sealice 2020 flutt til Føroyar

2018-12-30 20:22

Lúsa-ráðstevna flutt úr Skotlandi og til Føroyar

Á ráðstevnuni ”Sealice 2018”, ið varð hildin í Punta Arenas í Chile í november mánaða, vann Skotland atkvøðugreiðsluna sum vertur fyri næstu lúsa-ráðstevnuna í 2020. Skotland fekk 37% av atkvøðunum, Australia 36% og Føroyar 27%. Á stevnuni luttók Tróndur Kragesten vegna Føroyar.

Fyriskiparnir av stevnuni Sealice 2018 hava síðan boðað frá, at Skotland hevur trekt seg sum vertur fyri stevnuna í 2020 við grundgevingini ”agenda problems”. Enn er ikki onnur grundgeving komin frá skotum, men kann roknast við at ovurstóru umhvørvistrupulleikarnir frá laksaalingini hava gjørt sítt til at slík ráðstevna ikki er serstakt áhugaverd.

Einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt – í fyrstu atløgu, og er tí avgjørt, at granni Skotlands fyri norðan, Føroyar, skal standa fyri ráðstevnuni, ið skal haldast í Tórshavn í september mánaða 2020.
Um ein orsøkin til avgerð Skotlands at frásiga sær at skipa ráðstevnuna kann verða, at umdømið hjá laksalingini er út av lagið vánaligt, er ein møguleiki.
Matvørustovnurin hjá ES – EFSA – hevur boðað frá, at nøgdin av umhvørvuiseiturevnum sum Dioxin og dioxinlíknandi PCB´um afturat Toxaphen og Dieldrin, er millum 15 og 20 ferðir hægri enn tilrátt sambært nýggjum granskingarúrslitum. Nýtt kosttilmælið er tí komið frá EFSA har mælt verður til at minka át av feitum fiski, og serstakt alilaksi, við heili 90% - úr 1,3 kilo um vikuna til 125 gram.

Feskastu tíðindir um heilsuvandar við at eta alilaks eru daggomul og frá Daily Mail, ið boðar frá, at nøgdirnar av uml. 14 ymiskum umhvørviseiturevnum vóru serstakt hægri í norðuramerikanskum og europeiskum alilaksi í mun til villan laks. Daily Mail vísir til, at granskarar mæla til at alilaksur hægst verður etin tríggjar ferður um árið, ella meira neyvt umleið 230 gram um mánaðin. Alilaksur var her kannaður í handlum í London og Edinburg, og eisini vóru somu kanningar gjørdar av alilaksi í handlum í Frankfurt, Oslo, Boston, San Francisco og Toronto.
Kanningar vístu eisini at mest eitraði alilaksurin var úr Skotlandi og úr Føroyum, og at rátt varð til ikki at eta ein alilaksadøgverða meira enn hægst fjórða hvønn mánaða.

Um tað eru slíkar ávaringar, ið gera at skotar meta seg hava ”aganda problems” innan alilaks og ikki ynskja at verða vertir fyri ”Sealice 2020”, er ikki gott at vita, men tað man nokk koma fyri dagin innan leingi.

Leinkja til Daily Mail, 30.12.2018

https://www.dailymail.co.uk/news/article-205540/Farm-salmon-linked-cancer-chemicals.html?fbclid=IwAR0Vev94XXpK8VFrt6y0ksaxF3olFyLwUc2Q5B-Yms5fZiO-M3LBCr3S-ag