Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Sankta Frans skúli

2012-11-01 21:25


Sankta Frans skúli, eisini  nevndur Nunnuskúlin, varð vígdur 8. des. 1933 og tikin í nýtslu á nýggjárinum 1934. Tað vóru franciskanarasystrarnar, sum tóku stig til at seta skúlan á stovn. Skúlin er einasti av stóru skúlunum í Tórshavnar  kommunu, sum onga framhaldsdeild hevur. Fyri næmingarnar í Sankta Frans skúla er tað ein stór broyting at noyðast at skifta skúla, tá farið verður í 8. flokk. Tað er ikki bara sum at siga tað at laga seg til eitt annað meira og minni fremmant umhvørvið.

 

Skúlarnir javnsetast

Skúlarnir eiga at verða javnsettir. Tað kann t.d. gerast við at byggja út Sankta Frans skúla við flokkunum í framhaldsdeildini, ella brúka ein annan skúla, sum kann hýsa framhaldsdeildini í Tórshavnar kommunu.

 

Framhaldsdeild undir somu lon

Tað er sannlíkt, at ein skúli við framhaldsdeild undir somu lon, kann bjóða eina fjølbroytta og dygdargóða undirvísing, og at næmingarnir umframt høvdu fingið størri gagn av læraraførleikunum. Fleiri tilboð vóru til næmingarnar og lættari hevði verið at fingið góða undirtøku til vællærugreinirnar.

Hesar nýggju umstøðurnar høvdu verið spennandi og avbjóðandi fyri allar næmingarnar í kommununi og givið teimum eina góða kenslu av at byrja eitt nýtt kapitul í skúlagongdini.

 

Vit hava tørv á einum nýggjum skúla

Flest øll vilja hava ein nýggjan skúla at vera nærindis miðbýnum. Ein loysn kundi verið at útbygt Sankta Frans skúla. Ein útbygging hevði hýst fleiri næmingum og hevði helst verið nøktandi eina tíð og kundi eisini verið við til at gjørt miðbýin meira livandi.

 

 

Rógvi á Rógvu

Valevni hjá Tjóðveldi