Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sandoyartunnilin nú

2013-07-09 22:42

Mikið tunnilsrok hevur seinastu tíðina eyðkent tíðindaflutningin í landi okkara.

Tað kom sum ein bumba, at Kári P Højgaard landsstýrismaður ætlaði sær at skriva undir sáttmála vegna Føroyaland, og hervið binda land okkara til eina avtalu sum kann tykjast ivasom.

Men hví kom hetta sum ein bumba? Jú, tí ongin hevði roknað við, at tað lat seg gera at fáa Skálafjarðartunnilin gjørdan av privatum. Knappliga ressast øll við, nú gongur málið ov skjótt. Hetta hóast boðað hevur verið frá, at landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum, eftir eini lógarheimild sum varð samtykt í 2010.

Púra greitt tykist fyri teimum flestu, at handfaringin hjá Innlendismálaráðnum av hesum máli kundi verið betri. At man roynir at afturhalda upplýsingum fyri lóggevandi valdinum, er í besta føri átaluvert. Tolir málið ikki dagsins ljós, so sigur tað seg sjálvt, at fólk verða óttafull um, hvat ið er í ferð við at henda. At løgfrøðin í Innlendismálaráðnum er farin at ivast í sínum egna lógargrundarlagi, at arbeiða við teimum málum sum tey gera, er mikið ørkymlandi. Málið hevur tí fingið ta vend ið tað hevur, og spennandi verður at síggja hvussu politiska viðgerðin av málinum verður at hátta seg í heyst.

Til henda dag, hava vit í Føroyum enn ikki gjørt okkum greitt, hvussu vit vilja framtíðarfíggja samferðslukervi okkara. Tað er henda støðutakanin, sum í stóran mun manglar. Summir politiskir flokkar vilja fíggja alla samferðslu yvir skattin, meðan aðrir vilja fíggja gildið við brúkaragjøldum. Alt hetta meðan vit vita, at inntøkurnar ið landið fær frá samferðslu í dag, eru nógv hægri enn útreiðslurnar av samferðsluni. Mín meining er, at vit eiga at loysa henda spurning sum skjótast, tí órógvið og bardagin á hvørjum ári um fígging av vegakervi og strandferðslu okkara, er drepandi fyri trivnaðin hjá flestu plássum uttanfyri Havnina. Greiðast hevði helst verið, at øll ferðaðust frítt, við plássbílegging á strandfaraskipum, og at alt varð fíggjað umvegis fíggjarlóg landsins.

Í nógv ár hevur verið tosað um, at gjald fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í Føroyum skal verða við til at fíggja Sandoyartunnilin, uttan at man tó hevur funnið politiska semju um hetta.

Tá nú so nógv ár eru gingin uttan semju um hetta, hvat er tað so sum gerð, at Javnaðurin og Tjóðveldi vænta at finna semju um at eysturoyingar skulu fíggja Sandoyartunnilin? Hví skulu teir vilja tað, tá norðingar og vesturbúgvar ikki vilja fíggja hann, við bummpengum úr Vága- og Norðoyatunlinum?

Ongin ivi skal verða um at eg meti tosið um Skálafjarðartunnilin verða eitt marglætismál, tí í botn og grund hevur samfelagið Føroyar ikki brúk fyri einum Skálafjarðartunli. Skálafjarðartunnilin kemur, um hann gerst veruleiki, at broyta lívið rundanum Skálafjørðin so grundleggjandi viðvíkjandi vinnulívi, handilslívi, skúlatilboðum, stovnum og øðrum, at eg ivist stórliga í, um fólkið kring fjørðin ynskir henda tunnil, um man hyggur eftir teimum broytingum ið koma, tá tunnilin er veruleiki. Tað tykist sum verkætlanin ikki sprettir úr fólkinum, men heldur trongdini hjá politikkarum at laða sær varðar.

Sandoyartunnilin harafturímóti er lívsneyðugur fyri framhaldandi eksistensgrundarlagi í eini heilari oyggj. Vit kunnu bara hyggja í hagtølini, og staðfesta hvønn vegin tað hevur gingið við hesum parti av samfelagnum Føroyum.

So er tað spurningurin hvat skulu vit taka framum, eina marglætisfarleið ið kemur at stytta vegin til Havnar við 10-15 minuttum, ella eina farleið sum er lívsneyðug fyri at eitt landafrøðiligt øki í Føroyum yvirlivir?

Sjálvur havi eg ongantíð havt tað stóru trúnna uppá, at Skálafjarðartunnilin skal fíggja Sandoyartunnilin. Tí hvør sigur at Skálafjarðartunnilin verður tann stóra inntøkukeldan, við ella uttan eitt eykagjald fyri Sandoyartunnilin? Har er jú ein onnur farleið ið nýtast kann. Um avkastið ikki verður har tá Skálafjarðartunnilin er liðugur, hvussu verður so við Sandoyartunlinum, eftir at Landskassin hevur lænt 1,2 mia kr til Skálafjarðatunnilin? Er tað tá sannlíkt, at landið ferð at læna 800 mió kr til ein Sandoyartunnil afturat?

Hinvegin koma ætlanirnar hjá landsstýrismanninum um, at privatir skulu byggja Skálafjarðartunnilin at beina fyri møguleikanum at Skálafjarðartunnilin kann fíggja Sandoyartunnilin fyri tíð og ævir. Tað høvið kemur ikki aftur fyrr enn tunnilin fellur aftur til landið, um minimum 30 ár. Samstundis verða atknýttar vegaverkætlanir helst neyðugar, sum fíggjast mugu umvegis fíggjarlóg landsins.

At ein fíggingarmøguleiki av Sandoyartunlinum verður tikin burtur, kann eg sum tingmaður ikki liva við, uttan so at annar fíggingarleistur og politiskur vilji fyriliggur, at gera Sandoyartunnilin beinanvegin.

Viðgerðin í heyst verður at vísa hvussu langt samhaldsfestið í landi okkara røkkur á samferðsluøkinum.

Brandur Sandoy, Tingmaður fyri Fólkaflokkin