Samkynt hjúnalag broytir ikki tín gerandisdag

2014-02-04 02:19

Um stutta tíð verður endalig støða tikin til uppskotið um broyting av hjúnabandslógini. Tað er nógv sum bendir á, at uppskotið fellur, men tað merkir als ikki, at stríðið at koma hertil hevur verið til fánýtis. Hóast okkara politikarar eru bangnir fyri broytingum, er hugburðurin hjá føroyingum broyttur munandi.


Stríðið, ið fleiri felagsskapir og einstaklingar hava staðið fyri, kann sjálvsagt tykjast at vera til fánýtis, tá ið uppskot um broyting av hjúnabandslógini loksins kemur, men kortini ikki fær undirtøku. Men so er ikki. Kjakið hevur flutt mørk, t.d. vísti kanning, ið Gallup gjørdi fyri LGBT Føroyar í fjør, at heili 68% av føroyingum eru fyri, at samkynd, eins og hinskynd, kunnu giftast borgarliga. Hetta er eitt greitt tekin um, at stirvna føroyska samfelagið hevur broytt seg munandi, og tað er gleðiligt. Men enn hava vit eina samgongu, ið ikki ætlar sær at loyva samkyndum at fáa javnbjóðis rættindi. Tað munnu tó verða samgongulimir, ið hava ringan smakk í munninum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur fyrr sagt seg vera fyri at samkynd kunnu ganga saman í hjúnaband, men tá tað kom til stykkis, var ABD(H) samgongan týdningarmiklari enn rættindi teirra samkyndu. Fyrrverandi Framsóknarmaðurin og núverandi Fólkafloksmaður, Janus Rein, hevur fyrr verið fortalari fyri samkyndum parlagi. Spennandi verður at vita, um hann nú knappliga broytir meining. Ofta verður tikið til, at annar parturin  er undir tufluni í einum parlagi – tað sær út til, at bæði løgmaður og Janus Rein eru undir tufluni í parlagnum við Jenisi Av Rana og hinum konservativu samgongupolitikarunum.  

Frælsisstríð

Vit eiga als ikki at vera bangin fyri at gera broytingar í samfelagnum. Skulu vit menna okkum sum tjóð, eru broytingar neyðugar. Tey mongu frælsisstríðini hava flutt mørk, flutt lond framá og ført til ein rættvísari heim. Hetta frælsisstríðið flutti eisini mørk í 2006, tá §266b bleiv víðka, soleiðis at tað heldur ikki var loyvt at niðra fólk vegna kynsligan samleika. Ein frælsisbólkur, ið stóð á odda tá, kallaðist Eldhugaður Ungdómur, og var tað ein bólkur av ungum fólki, sum gjøgnum ymisk tiltøk virkaði fyri at stuðla samkyndum í Føroyum. Við slagorðunum “at elska er ein mannarættur” og “stuðla kærleikanum” var ætlanin hjá bólkinum eins viðkomandi og í dag.


Tað sama er galdandi í stríðnum fyri rættindum teirra samkyndu, m.a. rættin at ganga saman í hjúnaband. Hesar broytingar eru neyðugar og fara ikki at broyta gerandisdagin hjá teimum, ið eru ímóti. Nýsælandski tinglimurin, Maurice Williamson, segði so frálíkt í eini røðu herfyri: “Tað fer ikki at broyta nakað grundleggjandi í gerandisdegnum hjá teimum, ið eru ímóti. Tannáringurin fer enn at vita betri enn tú, sólin fer enn at rísa um morgunin og tú fert ikki at fáa alskyns húðsjúkur.”!

 

Tráin Petursson Nónklett 

Vegna Unga Tjóðveldið