Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samkynd, parlag og kærleiki:

2013-12-17 03:39

Samkynd, parlag og kærleiki:

Tá eg hætti mær at skriva um hetta sera eyma mál, vil eg fegin siga mína hugsan uttan á nakran hátt, at fordøma ellaskriva niðrandi um onnur, sum ikki hava mína áskoðan í hesum máli. Tá onkur sigur, at vit ikki skulu nýta bíbliuna í hesum máli, má spyrjast, hvørji onnur grundfestir hava vit so at halda okkum til?

Perónliga havi eg fagna Jesusi sum mínum persónliga frelsara og Harra og ynski eg at fylgja Honum, samsvarandi mínari bíbilsku sannførðing.Bíblian er Guds orð og er okkara vegleiðari í lívsins viðurskiftum. Eg vil grungeva fyri mínari áskoðan á henda hátt, at samkynd parlag og hjúnaband er ikki samsvarandi Skriftarinnar boðskapi:

1. Anatomiin

Maður og kvinna eru skapt ólíka. Maðurin er skaptur sum maður og kvinnan er skapt sum kvinna. Likamsmunirnir erusjónligir.Tí meti eg tað vera púra burturvi, ikki at hava henda verunleika í huga. Skapanarmunurin á manni og kvinnu sigur greitt, at samkynd parlag ikki er tað rætta. (1.Mós.1:27; Matt.19:4-5)

2. ”Ær faðir tín og móðir tína”

Í bíbliuni verður skriva 7 ferðir, at vit eiga at ”Ær faðir tín og móðir tína”

hetta er fyrsta boði við lyfti. Hesin møguleikin verður burtur og gjørdur ómøguligurí einum samkyndum parlagi ella hjúnarbandi.Og er tí samkynd parlag ella hjúnaband ikki sambært bíbliuni. (2 Mós.20:12, 5 Mós.5:16; Matt. 19:19; Mark.10:19; Luk. 18:20; Efs.6:2)

3. Stórt loyndarmál:

Eitt tað størsta fyribrygdi millum mann og kvinnu er hjúnarbandið: Bíblian sigur okkum, at Harrin hevur stovnsett hjúnarbandið sum størsti og besti kærleikskarmur í manna høpi. Bíblian sigur greitt, at hjúnarbandið er eitt ”stórt loyndarmál” sum er millum samkomu Guds og Kristus. Táhjúnaband ella parlag millum tvey av sama kyni verða góðkend á sama støði sum bíilska hjúnarbandið, verður stóra loyndarmálið millum samkomuna/kirkjuliðini og Kristus vanhalgað og vanvirt. (Efs. 5:25-32)

4. Kærleikin :

Tað verður í samkyndum høpi skriva nógv um at elska hvønn annan. Tá tað snýr seg um kærleikan, sigur Jesus ”Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum , av allari sál tíni og av øllum huga tínum”

Hvussu kunnuvit so elska Harran Gud okkara? Jú, fyrst og fremst,at vit fagna kærleiksgávu Hansara - Jesus Kristus, sum Hann sendi til bót fyri syndir okkara. Jesus sigur: ”tann ið elskar meg heldur boð míni.” Elska vit Harran Jesus og liva eftir boðum Hansara vilja vit elska næsta okkara ogtey samkyndu, sum okkum sjálvi. Samkynt parlag ella hjúnarband stríðaímóti boðum HarransJesusar. (5 Mós.6:5-6; Matt.22:37; Mark.12:20; Jóh. 14:15-24 )

Niðurstøða:

Hvørji eru so boð Jesusar í umtalaða høpi?

1. Jú, vit eiga at góðtaka okkum soleiðis, sum vit eru skapaði:sum mann og kvinna .

2. Tað er álagt okkum at æra faðir og móðir.

3. Vit eiga ikki at vraka og vanhalga stóra ”Loyndarmálið” samkomuna og Kristus.

4. Vit eiga at elska Harran Gud okkara soleiðis, at vit við trúgv á Jesus takka Honum fyri fullgjørda verk Hansara á Golgata, og átann hátt elska Gud okkara.

Eitt sum sjálvdan verður tikið fram í samkyndum høpi er, hvørjar avleiðingarsamkynt parlag/hjúnarbandkemur at hava fyri land og tjóð okkara í framtíðini.

Rúni Rasmussen skrivar at:

”hann saknar eina neyvari lýsing av, hvørjar langtíðaravleiðingar hendan umdefineringin (av núverandi lógfesta húnarbandi JPS ) fer at fáa á samfelagið, familjur, børn, hjúnabond og einstaklingar?”

Tónleika- og sangstjørnan Elton John, sum livir saman við øðrum manni og sum hava ættleitt dreingjabarn, hevur sagt:
”Sønnen vår vill bli knust når han finder ut av han ikke har en mor”. (yvirskrift í ”Dagbladet” netutgaven 16. juli 2012)
Kanadiumaðurin Dr. David Hallse, sum hevur stórt rágevingar virksemi innan samkomuvirksemi í Toronto,vitjaði í Leirvík mai 2007, segði,at tað hevði veridð ein sera hugvekjandi og skakandi skrúðgonga í USA av 20000 til 25000 tanáringum, har loysnunarorið var: ”Hvør er er pápi mín og hvør er mamma mín?”

Nevdu dømi eru bert ein ábending um hvussu avleiðingarnar í framtíðini koma at síggja út.

Fari staðiliga at heita á allar løgtingslimir og alt krikjufólk og samkomufólkogføroya fólk, at hugsa ávarsliga um, ikki at vraka boðskap bíbliunnar.

Gud signi mítt føðiland Føroyar.

Jógvan Páll Sevdal