Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg, valevni í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldi.

Samkynd foreldur skulu eisini fáa systkinaavsláttur

2020-10-17 09:55

Føroyar eru ríkar, tá tær eru litríkar, grønar og fjølbroyttar. Tær heilt grundleggjandi fortreytirnar fyri hesum eru, at vit eru javnsett og eins fyri lógini og fáa somu viðferð og ágóðar. Hesar fortreytir eru ikki galdandi fyri LGBTarar í dag, og hóast Landsstýrið ikki vil unna teimum hetta, kunnu kommunurnar gera sítt fyri at javnseta sínar borgarar . Her skal Tórshavnar kommuna traðka til.

Sum støðan er í dag eru samkynd og børn teirra ikki javnsett við hinskynd á fleiri økjum. Hetta er álvarsamt, og setir fleiri familjur í svárar støður. Summar familjur halda seg aftur við at flyta heim, tí gera tær tað, missir annar makin øll rættindi til barnið og foreldramyndugleikan - eisini hóast foreldrini eru gift. Summar familjur eru eisini í tí ørkymlandi støðu, at fara tær við børnunum á stovn, eru tær tær einastu familjurnar, sum ikki fáa systkinaavsláttur. Hetta er púra margháttiligt. 

Ta fyrru støðuna skal Landsstýrið at taka í álvara og broyta, og ta seinnu støðuna fær Tórshavnar kommuna broytt. Sum skilst, so er hetta nokk ein umsitingarligur spurningur, sum lættliga kann avgreiðast. Hetta eigur tí at verða gjørt skjótast gjørligt. Eg vil í øllum førum gera mítt til, at málið ikki dregur út, og at Tórshavnar kommuna er ein litføgur, grøn og fjølbroytt kommuna.

Elsa Berg,
valevni í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldi.