Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Portal.fo

Samhuga- og mótmælisskriv frá Ennibergi

Skamm fái tykkum, ið manna landstýri og samgongu, Javnaðarflokk, Tjóðveldi og Framsókn, at tit máa støðið undan føroyskari fiskivinnu, undan okkum føroysku fiskimonnum og undan búskapi Føroya sum frá líður, við tykkara skaðiligu nýskipan.

Tit 17 tingmenn og tykkara landstýrisfólk skriva søgu sum teir politikarar, ið fara at hava beint fyri landsins høvuðsvinnu á sjógvi og landi, sum føroyingar hava kent hana, sum fiskimenn hava stríðs fyri og í henni og hava – sum fyrsta lið í ’føðiketuni’ - føtt og klætt Føroya fólk í fleiri mansaldrar.

Tykkara almenna uppboðssøla drenar inntøkurnar frá føroyskum fiskimonnum niður í landskassan til at keypa tykkum atkvøður fyri. Hon tømir fiskivinnuna fyri kapital til nýggjar íløgur og nýggj vinnulig framtøk og tískil til komandi virðisskapan.

Fyrsta álop tykkara á fiskivinnuna sær út til at raka JFK harðast, so at Sjúrðarberg verður bundin við kei og manningin koyrd í land, og so at onnur fólk og onnur pláss í landinum enn tey, ið skapa virðini úr fiski okkara, kunnu fáa almenna inntøku ístaðin.

Tykkara fyrsta atsókn verður ikki hin seinasta, tá domino-effektin byrjar. Hon endar við, at vit ongar fiskimenn við sømiligum inntøkum eiga eftir, tí allur fiskur okkara verður veiddur av útlendskum leiguskipum við útlendskum fiskimonnum umborð (Anita umaftur) og bert føroyskum strámonnum eftir í vinnuni.

Við hesum fáu orðum vlja vit heilsa og stuðla manningini á Sjúrðarbergi, og øllum teimum manningum, ið fara at missa arbeiðið, tá ið landstýrið hevur tjóðartikið alla høvuðsvinnuna.

Vit taka undir við hvørjum orði, okkara starvsfelagar á Sjúrðarbergi hava skrivað.

Eftir okkara meting fer uppskotið um ’nýskipan’ (kollrenning) av fiskivinnuni at forkoma høvuðsvinnu Føroya, ið vit føroyingar skylda alla okkara tilvera sum framkomið land.

Vit lýsa samhuga við manningini á Sjúrðarbergi og vit mótmæla fiskivinnupolitikki sosialistiska landstýrisins og samgongunnar.

Fý vorðið tykkum, Javnaði, Tjóðveldi og Framsókn. Tit fara at hava nógv á samvitskuni. Men tykkara samvitska er kollektiv og nívir tykkum ikki so tungt.

Virðiliga,
Manningin á Ennibergi