Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Samhaldsleysar farleiðir?

2022-05-09 21:44

Í dag gjalda 7 ára gomul børn 40 kr. fyri ein ferðaseðil við Smyrli, meðan ein heil familja skal gjalda 20 kr. fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

Samstundis sum Samferðslupakkin hjá samgonguni ger tað ókeypis at koyra gjøgnum hesar undirsjóvartunlar, skulu tey, ið frammanundan gjalda nógv tann hægsta farleiðarprísin í landinum, gjalda enn meira.

Hvat fáa hini økini við Samferðslupakkanum?
Hevði samgongan verið somikið at sær komin og gjørt okkurt ítøkiligt í samband við Suðuroyartunnilin (ella sjóleiðirnar til útoyggjarnar), so hevði bitin kanska verið lættari at svølgt. Men tað er eyðsæð ógjørligt, sjálvt um somu fólkini stóðu og kappbjóðaðu við hvønn annan stutt undan valinum seinast, nær tað skuldi vera koyrandi til Suðuroynna.

At so suðringar í samgonguni enn renna aftaná hesum somu og taka undir við uppskotinum um Samferðslupakkan – og uttan at tryggja sær eina ítøkiliga politiska semju um Suðuroyartunnilin - er fyri okkum undir alt lágmark.

Onki er ókeypis!
Líka so óskiljandi tað er, at partar av samferðslukervinum gerast ókeypis at nýta, líka so óskiljandi er tað at gera tað ókeypis at ferðast við Smyrli ella onkrari av hinum sjóleiðunum.

Afturvendandi sjónarmiðini um, at hesir tunlarnir eru afturgoldnir og tískil skulu leggjast undir viðlíkahaldi hjá Landsverki, kunnu ikki brúkast til nakað.

Smyril var eisini útgoldin fyri nógvum árum síðan.

Skulu okur fyri tað krevja, at tað verður ókeypis at sigla við Smyrli? Nei, tað høvdu okur aldrin kravt.
Alt samferðslukervið krevur viðlíkahald, tí onki av hesum er ókeypis. Tvørturímóti!

Tí mæla okur staðiliga frá at Samferðslupakkin verður samtyktur, og heita samstundis á samgonguna um at útseta viðgerðina til allar farleiðir í Føroyum hava somu treytir og prísir at ferðast á. Bæði á landi og sjógvi.

Suðuroyar Tjóðveldisfelag