Samhaldsføst skipan tryggjar fólkavøkstur

Ein samhaldsføst sosial skipan eigur at tryggja at øll hava nøktandi umstøður til á virðiligan hátt at búleikast í Tórshavnar Kommunu -  hóast ymiskar fortreytir.

Høvuðsstaðar kommunan eigur at ganga undan á hesum øki og skipa so fyri, at barnafamiljur, einligir forsyrgjarar og onnur sum hava trupult at fáa endarnar at røkka, fáa ískoyti, so teimum og teirra børnum verður bjóðað eitt gott lív.

Øll kunnu koma út fyri at enda í eini støðu, har brúk er fyri hjálp, nøkur í styttri, og onnur í  longri tíðarskeið.

Kommunan eigur at skipa so fyri, at til ber at leiga bústað bíliga og at hóskandi skipan við munandi fíggjarligum ískoyti til bústað, barnaansing o.s.fr er til staðar

Onnur gongd leið er at hækka botnfrádrottin munandi, so lægstu inntøkurnar fáa mest møguligt burturúr. Harafturat eigur broyting í markinum fyri fríplássi eisini at endurskoðast.

Nógv hevur verið frammi um skattaprosentið í Tórshavnar Kommunu. Havast má í huga at nógvar íløgur liggja fyri framman og skulu hesar fremjast, so er neyðugt við ávísum skattaprosenti. Tá tað er sagt, ber helst til at laga skattin soleiðis at lægstu inntøkurnar fáa ein skáa, meðan hægru inntøkurnar gjalda eitt skattaprosent sum svarar til kostnaðin á teimum íløgum sum skulu gerast. Tað er mín sannføring at breiðastu herðarnar eiga at bera tyngstu byrðarnar.

Fyri at vit skulu stimbra fólkavøkstri, er neyðugt at kvinnur í burðardyggum aldri búleikast her, og at vit tryggja at barnafamiljur og einligir forsyrgjarar hava umstøður og gott fíggjarligt trygdarnnet í kommununi. Ynskiligt er eisini at betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív fæst, so hugurin og árræði at fáa fleiri børn er til staðar.

Vit kunnu ikki livað við at tað er neyðugt hjá fólki at flyta av landinum, tí fíggjarliga byrðan verður ov tung at bera. Her má og skal ein samhaldsføst skipan gerast, so til ber hjá øllum borgarum at trívast og hava eitt gott lív.