Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samhaldsfasti/pensjónistar

2019-04-06 19:22

Samhaldsfasti verður skattað bæði við inn- og útgjaldi, og er tí ein pengamaskina hjá landinum og kommunum. Um fólkaflokkurin kemur aftur í stjórn eftir komandi løgtingsval, broyta vit Samhaldsfasta soleiðis, at inn- og útgjaldið verður skattafrítt.

Av teimum 182 mió. krónunum, pensjónistar gjalda ov nógv í skatti, fara 76 mió. kr. í landskassan og 106 mió. kr. til kommunurnar. Hvørt ár. Tølini eru frá 2018.

Hesar tilsamans 182 mió. kr. skulu sjálvandi koma pensjónistunum til góðar. Ongantíð ov skjótt.

Við at avtaka dupultskattingina fáa pensjónistar 2000 kr. meiri at liva fyri um mánaðan.

Tað er teimum eisini sera væl unt.

Hans Joensen
Valevni fyri Fólkaflokkin