Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samgongan velur pengar fram um fólk

2020-06-12 07:35

Tá korona fór at gera um seg í Føroyum, løgdu landsins leiðandi politikarar seg trygt í hendurnar á heilsufakliga myndugleikanum. Bárður á Steig varð skiftur út við Bjarna á Steig, og Føroya fólk visti, at avgerðirnar, sum vóru tiknar, vóru grundaðar á tilmæli frá teimum, sum vita allarmest um smittusjúkur.

Men avgerðin um at lata samfelagið aftur var ikki bílig. Frá degi 1 fór at renna úr kassanum hjá fólki og fyritøkum, og tað gjørdist skjótt greitt, at tørvur var á fleiri hjálparpakkum, um alt ikki skuldi fara fyri bakka. Javnaðarflokkurin og hinir andstøðuflokkarnir vístu fleiri ferðir á, at tað var nú, at mann skuldi brúka av tí, sum seinasta samgonga setti til síðis til verri tíðir.

Men landsstýrið leveraði nøkur neyðaregg av trimum hjálparpakkum. Alt ov lítið og alt ov seint.

Heldur enn at rinda vinnulívinum tað, sum tað kostar at hava samfelagið afturlatið, velur samgongan nú at lata upp aftur fyri ferðafólki. Uttan sóttarhald og uttan testing.

Heilsumyndugleikarnir eru settir út á síðulinjuna, tí nú skulu politiskar avgerðir takast, sum geva nýggjar pengar í kassan.

Í Degi og Viku í kvøld sóu vit ein týðiliga ørkymlaðan heilsuserfrøðing. Pál Weihe hevur arbeitt dag og nátt, bæði áðrenn og síðan smittan kom til landið. Hann vísti á, at nýggjastu politisku avgerðirnar hava við sær, at hann í dag hevur fyrireikað, hvussu tey eldru og veiku nú skulu verjast, tá føroysk og útlendsk ferðafólk streyma út og inn úr landinum uttan sóttarhald. Tað ber jú ikki til, at føroyingar fara út í heim at ferðast, draga møguliga smittu heim aftur til landið og fara beint inn á ellis- ella røktarheim.

Beint eftir Dag og Viku var ein koronalýsing við tveimum eldri fólkum. Tey takkaðu fyri, at fólk ansaðu so væl eftir við korona, og vístu samtíðis á, at tað ringasta var, at eingin kom at vitja. Hetta rakti meg veruliga. Tí tað er hetta er tað, sum landsins leiðarar hava valt.

Heldur enn at veita ferðavinnuni ein ordiligan hjálparpakka, velja Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin at lata upp aftur á víðan vegg, og tí er neyðugt at avbyrgja øll tey gomlu, sjúku og viðbreknu í fleiri mánaðir afturat. Øll tey, sum arbeiða við og eru um hesi fólkini, noyðast eisini at vera eyka varin í fleiri mánaðir afturat. Tað kostar altso eisini – um enn á øðrum kontum.

Henda samgongan velur pengar fram um fólk.

Ingilín Didriksen Strøm,
Javnaðarflokkurin