Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samgongan stendur við semjuna

2019-03-01 09:34

Tunlarnir norður um Fjall skulu gerast so skjótt, Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum. Hesa avtalu stendur samgongan við. Heðin Mortensen hevur nevnt, at tað er vert at kanna óbindandi møguleikar í samband við Fámjinstunnilin. Hesir møguleikar koma ikki at síggja dagsins ljós uttan so, at teir als ikki órógva verandi raðfesting. At spyrja seg fyri eigur ein landsstýrismaður at hava loyvi til, uttan at tað verða løgd honum orð í munnin.

Andstøðan vil útseta tunlarnar norður um Fjall
Hinvegin má sigast, at andstøðan tíverri vinglar í hesum máli. Týsdagin royndi andstøðan at kroysta ein tunnil, ið tekur trý ár at gera og kostar 150 mió. kr. inn ímillum Hvalbiartunnilin og tunlarnar norður um Fjall. Ein samd andstøða tók undir við hesum máli.

Andstøðan, sum í 2012 útsetti tunlarnar norður um Fjall 10 ár, sær út til at hava ilt av, at samgongan nú hevur framskundað tunlarnar aftur. At útseta tunlarnar norður um Fjall enn einaferð má ikki eydnast andstøðuni! Tíbetur stóð samgongan saman um, at verandi raðfesting, har tunlarnir norður um Fjall skulu byrjast, so skjótt sum Hvalbiartunnilin er boraður.

Jónleif Johannesen,
Javnaðarflokkurin