Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Samgongan pínir grundarupphæddina niður í einki

Sosial- og almannapolitikkur - 

Eingin ivi er um, at skattafría grundarupphæddin verður avmarkað mest møguligt, tí hon skal inn í Samhaldsfasta at verða skattað

Í dag er grundarupphæddin til viðgerðar í Løgtinginum.

Eitt av fyrstu málunum, sum sitandi samgonga samtykti, var at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini.

Verður grundupphæddina tikin frá teimum, sum gjøgnum arbeiðslívið hava borið mest í almenna kassan, ferð samhaldsfasta hugsjónin at falla.

Skattafría grundarupphæddin er heilag. Ein tryggur rættur hjá øllum okkara pensjónistum. Hon er ein sjálvsagdur rættur, sum eingin kann taka.

Grundarupphæddin skal hækkast aftur á sama støði, sum áðrenn sitandi samgongan skerdi hana.

Grundarupphæddin eigur at vera hin sama til øll, uttan mun til inntøku annars. Hon byggir á meginregluna um, at øll eru partur av samhaldsfasta samfelagnum, har breiðastu herðar bera tyngstu byrðarnar.

Sambandsflokkurin, ið er ein sosial-liberalur flokkur, heldur, at um øll eiga sama grundleggjandi rætt til grundupphæddina, verður samhaldsfasta hugsanin varðveitt í øllum samfelagsløgum.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

RN