Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994 og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv í Tórshavn. Hann lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Aalborg Universitet, og er tískil ikki virkandi varamaður fyri flokkin.

Bjarni var formaður fyri ungmannafelagnum hjá Framsókn- Framsøkin Ung - frá august 2014 til juni 2016, men er enn virkin í felagnum.

Hann er frælsislyntur, og raðfestir frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanini, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.

Samgongan leverar uttanríkispolitisk ódnartøk

Í kjakinum í Degi og Viku tann 12. septembur hevði Liljan Weihe bjóða samgonguleiðararnar til kjak. Ein av hennara viðmerkingum var, at hon ikki hevði hoyrt orði "útflutningspolitikk" í 2 ár.

Antin er tað so, at Liljan Weihe slett ikki fylgir við á uttanríkispolitiska økinum, ella at tað fyri henni bert er talan um politikk, um 17 grønir prikkar eru at hóma á einum skíggja í løgtingssalinum. Eg velji at lata ivan koma henni til góðar.

METSTÓR FRAMBROT Í UTTANRÍKISPOLITIKKINUM

Politikkur umfatar meira ein lógaruppskot og álit, og tað er eyðsæð fyri tey, ið fylgja við, at tað ongantíð hevur verið líka nógvur politikkur innan uttanríkismál.

Tá ið samgongan var sett, setti Framsókn seg fyri at fáa ávirkan. Serliga ynsktu vit at gera mun í uttanríkispolitikkinum og vinnupolitikkinum. Tað var eisini av somu orsøk, at vit settu bæði málsøkini saman, fyri at fáa eina synergi-effekt á tveimum so samanrennandi økir. Tað er sjón fyri søgn, at Framsókn hevur leverða í mun til, hvat vit fóru á val uppá. Uttanríkis- og Vinnumálaráði man vera mest framtakshugaða aðalráð vit hava í núverandi landsstýri, og drívmegin og virkisandin hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum er so at siga ótømandi.

Ongantíð hevur tað verið so stórt virksemið á uttanríkispolitiska økinum, og serliga ikki, hvørjum vinnupolitikk viðvíkur. Landsstýrið hevur sett arbeiðir og verkætlanir í gongd seinastu 2 árini, ið hava ómetaliga stórt virði fyri føroyska vinnulívið og fólkið alt.

Eg kann geva teimum, ið ivast, ein viðkomandi samadrátt, hvørjum føroyskum útflutningspolitikki viðvíkur.

FØROYSKA UTTANRÍKISTÆNASTAN

Uttanríkistænastan er osaka av hesum landsstýrinum víðka munandi. Umframt umboðanina í Keypmannahavn, Reykjavík, London og Brússel, hevur mann stovnað eina uttanríkisskrivstovu í Moskva, og arbeitt verður eisini við at stovna egna uttanríkisskrivstovu í Washington ella New York.

HOYVÍKSSÁTTMÁLIN VERÐUR ENDURSKOÐAÐUR

Ein arbeiðsbólkur er settur saman, við tí fyri eyga at endurskoða Hoyvíkssáttmálan, ið er ein fríhandilssáttmáli millum Føroyar og Ísland. Landsstýrið hevur sæð møguligir vansar við sáttmálanum, og arbeiða nú við íslendskum myndugleikum at fáa hann endurskoðaðan, soleiðis at hann gevur meining fyri báðir partar.

SAMSTARVSSÁTTMÁLI VIÐ ÚTNORÐURLOND

Tingið í Inatsisartut, Altingið og Løgting vóru samd um at seta niður ein arbeiðsbólk, ið skal greina og vísa á fyrimunir við eini felags fríhandilsavtalu og við at stovnseta eitt felags handilsráð fyri tey trý londini í Útnorður. Tann sáttmálin er nú undirskrivaður og galdandi.

SAMRÁÐINGAR UM FRÍHANDILSSÁTTMÁLI VIÐ KINA

Kina er ein ovurstórur marknaður, og um føroyskar fyritøkur ikki hava somu kappingarstøðu sum kappingarneytar teirrara, gongur tað út yvir føroyska útflutningin. Í 2016 seldu føroyingar fyri 570 mill. kr. til Kina, men vit hava ein toll uppá 10%. Ísland hevur fríhandilssáttmála við Kina, og tað er væl møguligt, at Norra eisini kann fáa ein fríhandilssáttmála við Kina um ikki so langa tíð. Teir gjalda av tí sama ikki omanfyristandandi toll uppá 10%. Tískil arbeiðir Landsstýrið við at gera eina langtíðarætlan í mun til at fáa eina fríhandilsavtalu í lag við Kina, fyri at betra um kappingarstøðu okkara á hesum ovurstóra marknaði.

SAMRÁÐINGAR UM UTTANRÍKISPOLITISKU HEIMILDARLÓGINA

Í Føroyum hava vit tað, sum kallast Uttanríkispolitiska Heimildarlógin. Tað er ein lóg, sum skal fáa føroyingar halda, at vit hava uttanríkispolitiskar heimildir og myndugleika, hóast vit ikki hava tað.

Í hesari lóg eru nógvar óhepnar avmarkingar. Dømi um hetta er millum annað, at Føroyar og Grønland skulu tala við einari rødd í millumtjóða sáttmálum. Og tað er sjálvandi ikki altíð, at semja er millum londini bæði. Føroyar og Grønland eru bundin saman við haft um eina beinið, hvat millumtjóðasáttmálar viðvíkur.

Skipanin er alt annað enn haldfør, og tí arbeiðir Uttanríkis- og vinnumálaráði við at endurskoða lógina saman við donskum myndugleikum. Hetta verður gjørt millum annað við tí fyri eyga, at vinnan skal sleppa inn á nýggjar marknaðir.

LIMASKAP Í EFTA

Føroyar vóru einaferð í tað sum eitur the European Free Trade Association (EFTA). Einasta orsøkin til, at hetta ikki longur er støðan, er tí at Danmark í 1973 gjørdist limur í tað, sum í dag eitur EU.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur hitt allir starvsfelagar sínar í EFTA londunum – Norra, Sveis, Liktinstein og Ísland - og greitt teimum nærri frá ynskjunum um samráðingar um møguligan EFTA limaskap. Arbeitt verður eisini við at gera eina formliga umsókn. Verður ein slíkur limaskapur viðtikin, kemur Føroyar at innlimast í 25 fríhandilssáttmálar, sum umfata 35 lond.

SÁTTMÁLI VIÐ EABS

Landsstýrið arbeiðir fram ímóti einum handilssáttmála við Evro-Asiatiska Búskaparsamveldið (EABS). Í hesum samstarvinum eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia. Evro-Asiatiska búskaparveldið er ein risastórur marknaður, ið telur 183 milliónir íbúgvar. Seinastu árini er meginparturin av føroyska útflutninginum farin til Russland. Ein slíkur sáttmáli hevur tískil ómetaliga stóran týdning fyri føroyskir útflytarar.

SUÐUR KOREA

Uttanríkismálaráði hevur tryggja sær, at føroyskar fyritøkur fáa eina tolllækking, ið svarar til avtauna, ið Suðurkorea hevur við WTO. Tað førur við sær, at tollurin á millum annað útfluttum laksi til Suðurkorea fer at lækka. Eisini her verður arbeitt fram ímóti eini fríhandilsavtalu.

LINARI TREYTIR Á EU MARKNAÐINUM

Arbeitt verður við at víðka sáttmálan við EU um at føroyskur fiskaútflutningur, ið er virðisøktur í Føroyum, eisini sleppur inn á tann evropeiska marknaðin. Hetta kann hava stóran týdning fyri kappingarføri og útflutningsvirði hjá føroyskum útflytarum.

USA

USA hevur fingið eitt føroyskt uppskot til ein TIFA sáttmála (Trade and Investment Framework Agreement), ið er ein rammusáttmáli fyri at fremja handil og íløgur landanna millum. Amerikanski marknaðurin er vorðin ein alsamt størri partur av føroyska útflutninginum, og tískil verða sambond við amerikonskum myndugleikum raðfest høgt. Ein liður í hesum er millum annað at opna eina uttanríkissendistovu í New York ella Washington.

MARKNAÐARFØRING AV FØROYSKUM FYRITØKUM

Í landsstýrinum hevur mann sett sær fyri at uppraðfesta marknaðarføring av føroyskari vinnu og ídna. Tí arbeiðir Uttanríkis- og vinnumálaráði við at betra um  fortreytirnar fyri samstarvi millum sendistovurnar og vinnuna. Til hetta arbeiði hevur mann sett eina árliga játtan á kr. 1 mio, umframt at játtanin til sendistovurnar hækkað

GÓÐSKUGÓÐKENNING Í ÍSRAEL OG KINA

Landsstýrið hevur uppraðfest arbeiðið við at fáa í lag heilsufrøðiligar avtalur, og játtanin til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna er hækkað við 800.000 kr. á fíggjarlógini. Hetta arbeiði hevur m.a. ført við sær, at makrelur nú kann útflytast til Kina, umframt at laksur og saltfiskur nú kann útflytast Ísrael.

UTTANRÍKISPOLITIKKUR TEKUR TÍÐ, MEN HEVUR TÝDNING

Felags fyri átøkunum í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum er, at tey taka langa tíð. Fríhandilssáttmálar spenna seg yvir fleiri valskeið, so uppáhaldið, at onki er hent seinastu 2 árini er bert tí at Landsstýrið plantar trø, hvørs skugga tað aldrin kemur at sita undir.

Tað gongur við rúkandi fer við útflutningpolitikkinum. Uttanríkispolitiska virksemi hevur ongantíð verið størri enn tað er í dag, og tað er Landsstýrið og landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum at takka. Uttanríkispolitikkur fyllur tíverri ikki serliga nógv í miðlunum. Kanska halda miðlafólk, at tað ikki er líka spennandi sum fátækraváði, kynslív og undirskotið av kvinnum í leiðslu. Men tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag og búskap. Tí kunnu vit fegnast um, at so nógv verður gjørt á økinum.