Samgongan hevur sanniliga arbeitt fyri fólkið – alt fólkið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hartar samgonguna fyri av krevja avgjøld frá vinnuni uttan at geva vanliga fólkinum ágóða av vinninginum. Fyri tað fyrsta er hetta skeivt. Við eini rúgvu av átøkum hevur henda samgongan megnað at skapt einar Føroyar fyri alt fólkið, tí ovurstóru virðini í samfelagnum koma nú í nógv størri mun øllum fólkinum til góðar. Fyri tað næsta er at siga, at er ein ímóti at fyritøkurnar, sum gagnnýta okkara tilfeingi, eru við til at rinda í felagskassan, ja so er minni til vælferð til vanliga fólkið. 

Av teimum ágóðum, sum vanliga fólkið hevur fingið síðan henda samgongan tók við, kunnu nevnast:

Barnafamiljurnar
Vit hava skapt einar betri Føroyar fyri barnafamiljurnar. Barsilstíðin er longd við tilsamans 8 vikum og er nú góðar 10 mánaðir. Familjur við børnum undir skúlaaldur fáa munandi hægri barnafrádrátt fyri hvørt barnið. Serligt familjuískoyti verður latið barnafamiljunum, sum hava serliga trong kor fíggjarliga.  

 

Tey lesandi
Tað er lagaligari og meira dragandi at lesa í Føroyum í dag. Tey lesandi fáa meira í lestrarstuðli og fleiri útbúgvingar eru settar á stovn. Somuleiðis eru fleiri lestrarbústaðir fingnir til vega, hóast vit ikki eru komin á mál enn. Tí eru færri, sum fara av landinum í lestrarørindum og fleiri, sum leita heim til Føroya eftir loknan lestur.    

 

Lág- og miðallønt
Skattalættin til tey við lágum og miðal inntøkum gevur einari vanligari føroyskari familju við tveimum arbeiðsmannainntøkum áleið 13.000 krónur meira at liva fyri um árið. Høgrasamgongan harafturímóti gav somu familjum eina skattahækkan á pensjónsøkinum, samstundis sum tey ríkaðu tey ríku við flatskattinum.    

 

Pensjónistarnir

Fólkapensjónistar hava við pensjónsnýskipanini fingið meira at liva fyri hvønn mánað. Samhaldsfasti er longu hækkaður við 400 krónum um mánaðin fyri 2018 og hækkar enn meira næsta ár, soleiðis at allir verandi pensjónistar í 2020 hava umleið 1000 krónur meira at liva um mánaðin eftir skatt. Fyritíðarpensjónistar hava eisini fingið eitt fíggjarligt lyft á 1000 krónur meira um mánaðin.

 

Útbúgving og mentan

Vit hava givið útbúgving og mentan størri rásarúm. Mentan og list fevna okkum øll og eru stórur partur av okkara føroyska samleika. Íløgur í mentan og list geva eitt ríkari samfelag at liva í og eru ein týðandi partur av vælferðini. Eisini verða nýggjar útbúgvingar verða settar á stovn kring alt landið til dømis eftirskúli og ítróttarháskúli í Suðuroynni, listaútbúgving á Sandoynni, ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, útbyggingar av miðnámi á Kambsdali og nýggjur húsarhaldsskúli í Klaksvík.

 

Vinnan

Fyri at skapa grundarlag fyri nýggjum vinnum skal alt tilfeingið yvir nøkur ár førast til lands til virkingar. Tað skapar arbeiðspláss í vinnuni á landi – eisini til vanliga føroyingin. Og tað mennir okkum sum matvøruframleiðandi tjóð.


Sjáldan hevur vanligi føroyingurin fingið so nógvar ágóðar, og sjáldan hevur føroyski búskapurin verið sterkari enn í dag. Vit hava sera lágt arbeiðsloysi, og í dag eru 1.500 fleiri fólk í arbeiði enn, tá vit tóku við landsins leiðslu. Løntakaratalið setur met. Og samstundis – legg til merkis – samstundis hava vit vent undirskoti til yvirskot. Tí er tað sjálvsagt, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stúrir um avrikini hjá samgonguni. 

 

Men eitt hevur Elsebeth púra rætt í. Størsti munurin á okkum og høgravonginum er, at vit vilja ein felagskassa, so øll fáa lut í vælferðini her á landi, heldur enn at hvør sætar sær. At breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar, og at allir føroyingar soleiðis fáa lut í framgongdini. Hetta er eitt aðalmál hjá Javnaðarflokkinum og hjá hesi samgonguni. Vit vilja menna landið fyri øll – ikki bara nøkur fá.

 

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.