Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samferðsluumstøðurnar á útoyggjum skulu betrast – bæði á sjógvi og landi

2019-08-28 14:35

Sum ein av teimum landspolitikarunum, ið er nógv á útoyggj, veit eg av egnum royndum, hvussu altavgerandi tað er, at útoyggjarnar fáa neyðuga játtan til at betra um teirra ferðasamband, bæði á sjógvi og í ávísum førum eisini á landi, har vegasambandið liggur í órøkt.

Hóast tað ikki kostar so ómetaliga nógv at gera umstøðurnar at koma til og frá útoyggjum betri og tryggari, so hava vit í fleiri ár sæð, hvussu torført tann politiska skipanin hevur við at játta tær neyðugu upphæddirnar til hetta.

Orsøkin er helst tann, at talið av borgarum á hesum útoyggjum ikki er serliga stórt, og tí skal so lítið til, at onnur áhugamál troka seg fram um útoyggjar á fíggjarløgtingslógini.

Vit gera nógv fyri at selja Føroyar sum ferðamannaland, og hetta leggur eitt enn størri trýst á ferðasambandið til útoyggjarnar. Hetta ger tørvin á hesum øki bara enn meira átrokandi.

Sum eitt av fleiri dømum kann eg her nevna Fugloynna, har hvørki lendingarumstøðurnar sjóvegis ella vegurin millum Hattarvík og Kirkju eru í nøktandi standi. Talan er ikki um nakra risa upphædd, sum tað kostar at bøta um hesi viðurskifti, men tað krevur ein vilja.

Sama er í Svínoy, har bæði betri samband við oynna má fremjast, ein varandi loysn við avgreiðslufólki hjá SSL má fáast í rættlag og umstøðurnar á Víkini og við Eiðið mugu lyftast uppá eitt forsvarligt støðið, inntil ein endalig góð loysn fæst fyri Svínoynna. Politiski mynduleikin eigur at lurta eftir Svínoyingum, Fugloyingum og útoyggjafólki sum heild, fyri síðan at handla.

Hesum viðurskiftum vil eg sum løgtingsmaður arbeiða hart fyri, um eg fái møguleikan á valinum nú leygardagin.

Eg vil fegin hjálpa og gera mun – eisini fyri útoyggjar.

Jákup Mikkelsen
Valevni fyri Fólkaflokkin