Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Samferðslupakkin komin í tingið. Hetta betri ógjørt

2021-12-17 08:39

Fíggjar og samferðsluráðharrin og ein ”snikkaður” arbeiðsbólkur hava lagt eina ætlan í hendan ” pakkan”, sum teir vilja hava samtyktan!

Tað sigst at Kristin Michelsen er keyptur í ”snikkaða bólkin” at stuðla, fyri einari loysn við at keypa skip, til at føra frakt frá Suðuroynni, til meginøki, og sum fer at lætta um farmin hjá Smyril.

Tað havi eg onki í móti, at suðuringar fáa betri sømdir.

Men hvør er hesin farmur??

Mær er sagt, at eitt stórt % tal av farminum er, farmur frá Bakkafrost.

Hví letur man so ikki Bakkafrost, keypa eitt skip til tænastuna?

Sum kanska SSL kann reka/manna fyri fyritøkuna?

Teir hava milliardir í yvirskotið,hvørt ár, og hava stór skip sum sigla kring oyggjarnar,tað skuldi ikki verði nakar trupuleiki hjá teimum at skaffa eitt hóskandi skip til tænastuna.

Men soleiðis skal tað ikki gerast!!

Nei Jørgin & Co skulu út eftir tí meiniga borgarinum, og knokk-royta Palliba, enn einaferð.

Tí við at gera hesar ætlanir sum eru í ”pakkanum” so koma teir at leggja stein oman á byrðu til húsarhaldið við at:

Avtakað tunnilsgjaldi í Vága/Noroyðatunnilum, ferðastuðul fyri longstu leið.

Fyri síðan at hækkað vektgjald, brennievni, og farmagjald omaná??

Eg havi roynt at rokna eitt sindur uppá verðandi støðu sum hon fyriliggur, sjálvt um eg ikki havi møguleika at hava innlit til alt, so eri eg komin fram til hesa útrokning.

I dag koyra umleið: við 20 kr. pr. túr

2.000 akfør í gjøgnum Vágatunnilin um samdøgri.

2.000 x 20 = 40.000 kr

365 x 40.000 = 14,6 mill

3.500 akfør í gjøgnum Norðoyatunnilin um samdøgri.

3.500 x 20 = 70.000 kr

365 x 70.000 = 25,5 mill

Samlaða inntøkan av verðandi tunnilsgjaldi er:

14,6 mill + 25,5 mill = 40,1 mill

Har eru so 40 milliónir í inntøku, sum Jørgen og Co kunnu nýta, til keyp av ferju.

Sum sørvingur, gjaldi eg fegin hasa 20 krónuna í tunnilsgjaldi, (og veit eg frá fleiri at tað gera tey eisini), heldur enn øll hasi avgjøldini, sum Jørgen (okkara bygdamaður ) hevur ætlanir um at fáa sett í verk, og smoyggja niður yvir høvdið á okkum borgarum.

Vónandi vinnur ”hasin pakkin” ikki frama, á tingi.

Hetta er als ikki nøktandi fyri okkum føroyingar. OG vóni eg at vit/tit standa saman, og steðga hesum ørvitis uppskotum frá sitandi samgongu.

Hugsið um tey sum nýliga hava sett búgv, tey koma, at fáa tað enn og truplari fíggjarliga tey komandi árini, um so verður.

So mín áheitan á okkum føroyingar,lat okkum standa saman og mótmælastaðiliga hesum ”ørvitis-pakka” sum Jørgin og Co koma við

OG til tykkum fólkavaldu:

Fái handan mannin, at hugsað um onnur, enn bara seg sjálvan ☹

Vinaliga

Hans Edmund Olsen

Bakkavegur 55

Sørvágur