SAMFELAGSSTEVNAN 2018 - byrjar í Ebenezer endar á Hálsi

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd - gjaranes@gmail.com - Skrivað: Poul Jóhan Djurhuus 07.11.2018

Um tú vilt hoyra tíðindainnslagið á Kristiligu Tíðindasendingini á R7 kanst tú trýsta her:  https://r7.fo/…/kristilig-tidindi-75-kristiliga-tidindasend…


______________________________________________________________________________

SAMFELAGSSTEVNAN 2018

- byrjar í Ebenezer endar á Hálsi

Árliga samfelgasstevnan í Ebenezer byrjar í kvøld, mikukvøldið 07. november, við bønamøti í Ebenezer kl.20.00 Høvuðstemaði á samfelagsstevnuni í ár verður: “EG ERI VEGURIN, SANNLEIKIN OG LÍVIÐ.”

Mikukvøldið, hósdagin og fríggjadagin verða møtini í Ebenezer, fríggjakvøldið verður flutt niðan í Høllina á Hálsi. Møtini í Ebenezer eru fyrrapart kl.10:00 og seinnapart kl.16:00 og evangeliska møti hóskvøldið er kl.20:00

Frá fríggjakvøldinum verða øll møtini í Høllini á Hálsi, við undantaki av møtinum sunnumorgunin, sum verður kl.11:00 í Ebenezer.

Sunnudagin kl.13:00 verður barnamøti í Høllini.

FAMILJUKAFÉ: Sum nakað nýtt í ár verður familjukafé í Høllini leygarmorgunin frá kl.10:00 til kl.13:00 Tað verður skipað sum opið hús, har familjur kunnu koma og fara eftir ynski.

Sum vanligt hevur verið í mong ár, so verður borðreitt við nátturða sunnudagin millum møtini kl.16:00 og kl.19:00

Sangluttøka verður við sangkórinum og manskórinum í Ebenezer, og sangkórinum í Betesda.

Tá hugt verður nærri eftir skránni skilst, at luttøkan av talarum er ógvuliga breið, og har vera bæði kvinnur og menn, sum koma at luttaka.

Millum talararnar verður Ingvard Petersen, sum er heima í farloyvi. Ingvard og kona hansara Erla arbeiða á Bíbliuskúlanum hjá New Tribes Mission í North Cotes í Onglandi, har Ingvard er ein av lærarunum. Ingvard kemur at tala á møtinum leygardagin kl.16:00, har eisini Oddmar Færø og Petur Hansen koma at tala. Á hesum møtinum kemur sangkórið í Betesda at luttaka.