Sambandskumpasin snarar í allar ættir

Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin, sigur Sambandsflokkurin. Ja alt hetta valskeiðið havi eg vitað, hvar eg havi havt Sambandsflokkin – beint í hølunum á Fólkaflokkinum. Men tað tykist sum um, at flokkurin hevur funnið útav, at tað ikki er nokk bara at vera ekkóið hjá Jørgen. Tí síðan valárið fór at nærkast hava vit sæð, at sambandskumpasin er farin at snara í allar ættir. Nú veit eg so slættis ikki, hvar eg havi Sambandsflokkin. 


Eingin samanhangur millum orð og gerð
Kaj Leo Holm Johannesen tosar um at yvirtaka málsøki stig fyri stig. Men Sambandsflokkurin vil ikki taka undir við amboðinum, stýrisskipanini, ið ger hetta møguligt. Hóast boðini av danatingi eru, at stjórnarskipanin er innan fyri ríkisfelagsskapin. 


Formaður Sambandsfloksins heldur menningarkvotur vera skilagóðar. Men menningarkvotur eru ikki partur av fiskivinnupolitikki Sambandsfloksins, og tær høvdu aldrin sæð dagsins ljós, um Sambandsflokkurin sat við valdi. 


Formaður Sambandsfloksins segði í Degi og Viku týskvøldið, at bert nýggir aktørar skulu sleppa at bjóða á uppboðssølu. Hetta undrar meg, tí vit minnast jú, hvussu Sambandsflokkurin upp í saman hevur tosað um, at tað ikki er skilagott at økja um stálið í fiskivinnuni. 


Edmund Joensen kallar Fólkaflokkin fyri sosialistar. Í orðaskifti um kapping á flogleiðini til Føroya vóru skeptisar røddir í Tjóðveldi og Fólkaflokkinum hesum viðvíkjandi. At Edmund kallar Fólkaflokkin fyri sosialistar sigur ikki so lítið um, hvussu sambandskumpasin melur trillrunt. 


Sambandsflokkurin vil ikki økja um raksturin, men tosar um eina viðgerðartrygd, sum kostar tíggjutals milliónir, um hon skal vera haldgóð. 


Sambandsflokkurin mælir til, at bústaðir skulu gerast í hópatali, hóast flokkurin upp í saman vísir á, at ov nógv ferð er á búskapinum. 


Samanhangandi skilagóðar loysnir fáast ikki eyga á. 


Nei nei nei
Slagorðið hjá Sambandsflokkinum hevur seinastu trý árini verið nei. Hvørja ferð samgongan hevur roynt at fingið eina breiða semju, er Sambandsflokkurin bakkaður undan. Nei til fiskivinnunýskipan, nei til stjórnarskipan og nei til pensjónsnýskipan. Nú valárið er byrjað, roynir Sambandsflokkurin at sminka manglandi samstarvsviljan við einum risastórum JA á Facebook-síðuni. Og nú Kringvarpið varpar ljós á bústaðartrupulleikarnar í landinum, so fer Sambandið beint í hjørtuni á veljarunum við orðunum“JA Sambandsflokkurin vil lata familjum hægri barnafrádrátt og skunda undir at íbúðir og hús verða bygd.” Var tað ikki ov nógv ferð á búskapinum kortini?  


Veitst tú, hvar tú hevur Sambandsflokkin? 
Undir vanligum umstøðum kundi tað gjørt mær tað sama, at Sambandsflokkurin er uttan kós. Men tað syrgiliga er, at tá støðuleysi Sambandsflokkurin tekur orðið á tingi, og tá atkvøðast skal, heingja teir seg aftur í velið á Fólkaflokkinum. Tað tykist at vera teirra einasta stavnhald. Og hetta er spell, tí sambandspolitikkur á pappírunum, og sum hann var í gomlum døgum, er meiri verdur enn ekkóið hjá Fólkaflokkinum. 


Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin