Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sambandsflokkurin: Føroyingar megna onki uttan danir!

2019-08-21 12:05

So kom formaðurin í Sambandsflokkinum einaferð enn við tíðindum um, at tað góða sum hendir fyri fólkið í Føroyum – ja, tað er orsakað av dønum. Henda undirbrotligheit er eftirhondini gjøgnumgangandi í øllum, sum Sambandsflokkurin førir fram. Vóni sanniliga ikki, at fólk trúgva hesum. Tí veruleikin er ein heilt annar. Tað er sjálvandi fyrst og fremst alt tað, sum vit øll - fólkið, vinnan, land og kommunur – skapa her í Føroyum hvønn dag, ið skapar tað samfelag, ta framgongd og tann sterka búskapin, ið vit hava.

Búskapurin tryggari og sterkari nú

Í dag fingu vit góðu tíðindini frá Moody’s, ið er ein óheftur altjóða metingarstovnur, um, at føroyski búskapurin er sterkari og tryggari nú enn hann hevur verið í mong ár. Vit hava nú fingið sokallaða Aa2 rating, ið er trið hægsta rating á einum stiga við 23 stigum. Okkara búskapur er nú mettur eins tryggur og sterkur sum búskapirnir í Bretlandi og Fraklandi. Hetta er at fegnast um.
Men heldur enn at gleðast um hetta, so kemur formaður Sambandsfloksins út við fráboðan um, at orsøkin til góðu ratingina er, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Hetta er jú als ikki rætt.

Betri búskaparlig lyklatøl enn væntað

Tvær orsøkir eru til, at vit í dag fingu styrkt kredittvirði og hægri rating.

Ein orsøk er, at búskaparligu og fíggjarligu lyklatølini eru betri, enn áður væntað. Hetta síggja vit m.a. aftur í stórum avlopum hjá landskassanum og minkandi skuld. Eisini er hetta eitt úrslit av, at vinnan, kommunur og húsarhald í Føroyum eru betri fyri nú enn áður. Hetta hevur onki við ríkisfelagsskapin at gera.

Eysturoyartunnilin nærum komin á mál

Hin orsøkin er, at seinasta skotið í Eysturoyartunlinum nú er skotið. Hetta hevur gjørt, at tann jarðfrøðiligi váðin sum var meðan borað varð, er burtur. Harvið er fíggjarligi váðin hjá landinum, í sambandi við verkætlanina, eisini so at siga burtur. Heldur ikki hetta hevur nakað við ríkisfelagsskapin at gera. Als onki.

Sambandsflokkurin = ræðusøgur um sjálvbjargni

Tað at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi hevur ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum, men sterka búskaparstøðan og øll onnur viðurskifti telja fleirfaldað meira. Føroyar hava enntá rokkið eini hægri inntøku og lægri skuld fyri hvønn íbúgva enn Danmark. Tí fáa Føroyar eisini eina høga rating við ella uttan einum ríkisfelagsskapi. Men hvat ger Sambandsflokkurin? Jú, hann hóttir við, at fólk koma at rinda stórar upphæddir meira í húsalánum, um vit ikki eru partar av danska ríkinum. Álvaratos! Hetta er als ikki rætt, og er ein ódámlig roynd at ræða fólk, og at skapa ræðusøgur um einar sjálvbjargnar Føroyar.

Sambandsflokkurin hevði valt CIP-loysn

Tað er eisini vert at leggja sær í geyma, at um so var, at Sambandsflokkurin slapp at ráða, so hevði Eysturoyartunnilin verið ein privat verkætlan, sum varð fíggjað av einum útlendskum íløgugrunni – CIP. Tá høvdu føroyingar og føroyska samfelagið skula rindað so ómetaliga nógv meira fyri Eysturoyartunnilin – í rentum til ein útlendskan íløgugrunn - enn vit gera við verandi almennu loysnini. Samstundis hevði ongin Sandoyartunnil verið veruleiki. Hetta er tann loysn, ið Sambandsflokkurin arbeiddi fyri.

Føroyingar eiga heiðurin fyri framgongdina

Latið okkum heldur, í felag, fegnast um, at føroyski búskapurin er betri fyri nú enn hann hevur verið í mong ár, og at vit í dag tí hava fingið eina betri rating og eitt styrkt kredittvirði.

Hetta kemur øllum Føroyum til góðar. Og hetta er fyrst og fremst takka verið øllum tí, sum fólk og vinna skapa í Føroyum hvønn dag.

Latið okkum saman halda áfram á góðu leiðini – eisini eftir valið 31. august.

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna og valevni fyri Tjóðveldi