Sama rætt til atkomu

2019-06-13 20:50

Allir borgarar skulu hava somu sømdir og møguleikar at taka lut í dagsins samfelag – eisini tá ið tað kemur til flutning.

Tað var ein sera góð kensla í vár, tá ið samskipandi eindin, ið skal tryggja , at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek – Breksáttmálin – virkar í verki á øllum økjum, varð sett.

Tí var eg eisini sera fegin um, at útbjóðingartilfarið hjá Samferðslumálaráðnum tók atlit til meginregluna um, at tá ið tað kemur til atkomu, so skulu vit øll hava somu møguleikar við at seta sum krav til bussarnar um at hava lyft, so rø rslutarna ð kunnu brúka Bygdaleiðir á jøvnum føti við okkum onnur.

Tí er tað burturvið at rógva framundir, at hetta kravið til Bygdaleiðir ikki er neyðugt. Lat okkum heldur taka lógvatak saman og fáa hesa forðingina burtur og miðvíst arbeiða fyri, at Føroyar fyri hvønn dag gerast eitt meira fevnandi samfelag, har allir borgarar kenna seg at kunna luttaka á jøvnum fø ti.

Samskipandi eindin er sett fyri at umrøða og vísa á forðingar í samfelagnum hjá fólki, ið bera brek, og viðvirka til, at hesar forðingar verða tiknar burtur.

Tað, at vit øll eru partur av samfelagnum, og øll hava møguleikan at gerast partur av øllum tættum í samfelagslívinum, er meginreglan í Breksáttmálanum, og hetta er tað, vit skulu arbeiða miðvíst eftir at fremja. Tí hevur samskipandi eindin fingið til uppgávu at orða eina brekpolitiska virkisætlan, ið skal tryggja, at samfelagið fyri øll gerst veruleiki.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum