Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sær spennandi út

2019-06-20 23:55

Virkið í Skopun sær út til at fáa nýggjan eigara, ið vil gera íløgur og dagføra virkiðso framleiðslan og kappingaførið batnar. Hetta skapar vón og møguleika hjá fólki aftur at koma til arbeiðisSum nógv størsta arbeiðspláss á oynnier týdningurin av, at virkið aftur opnar, ovurhonds stórur.

At gera tað møguligt hjá fleiri at fáast við fiskivinnu er eitt av aðalmálunum við førda politikkinum seinastu árini. Men vit mugu ásannaat smærru virkini, sum ikki hava skip knýtt at særhava tað ov tungt, eisini hóast tey eru kappingarfør í aðrar mátar. Virkini mangla rávørugrundarlag. Tí mugu vit endurskoða og styrkja tær skipanirvit hava ment. Politiski myndugleikin má seta sær m.a. hesar viðkomandi spurningar:

• Kunnu batar gerastso smærru virkini hava nøkulunda javnbjóðis møguleika at keypa veiddan fisk?
• Kunnu batar gerast, so virkini í Føroyum standa seg betur í kappingini um fiskin, sum í dag fer óvirkaður av landinum?

At nýggju eigararnir vónandi ætla at fara undir virksemi í Skopun við góðum treysti er alla æru vert. Takk fyri tað. Okkara uppgáva sum politikarar er nú at seta karmarnar, so tykkum ikki vera lagdir óneyðugir fótonglar í vegin. Tað gera vit við at endurskoða og styrkja tær skipanir,vit hava ment.

Jónleif Johannesen,
Javnaðarflokkurin