Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Annika Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ryggsvimjing ikki mín sterka síða

2019-01-10 11:06

At valstríðið av álvara er byrjað merkist á øllum brøgdum, nú borgarstjórin í Klaksvík leggur beinleiðis persónliga eftir undirritaðu í lesarabrævi í gjár. Politiska hugflogið hjá borgarstjóranum í Klaksvík røkkur tíverri íkki longur enn at taka fram gamla støvaða valretorikkin um Havnina kontra Klaksvík, útjaðaran kontra miðstaðin. Hetta plagar at geva gott við atkvøðum. Eg hevði tó væntað mær meiri av borgarstjóranum í Klaksvík. Eg helt hann vera ein skilamann, ið kom við nýghugsanum, og at hann megnaði at lyfta seg upp um konservativa og afturlítandi boðskapin um ræðumyndina av Havnini, og at tað er Havnin, ið forðar fyri menning av útjaðaranum og herundir Klaksvík.

Borgarstjórin í Klaksvík heldur speiskliga fyri um undirritaða sum gamal svimjari var stinnast í ryggsvimjing. Ì hesum sambandi sipar hann til, at borgarstjórin í Havn hevur broytt meining viðvíkjandi bústaðarbygging. Lat tað vera greitt, at ryggsvimjing var ikki min sterka síða, og lat tað vera púra greitt, at her er ongin støða broytt viðvíkjandi bústaðarbygging. Øll, sum hava fylgt við í hesum máli vita, at vit í Tórshavnar kommunu miðvíst í longri tíð hava arbeitt við at finna ein samstarvsleist millum kommununa, vinnuna og pensjónsfeløgini/peningastovnarnar, til tess at fáa gongd sett á leigubústaðir í Havn. Hetta er just tað, sum eg havi boðað frá alment í fleiri umførum og somuleiðis eisini í Føroya kommunufelag og somu støðu boðaði eg frá í lesarabrævi í gjár. Hetta merkir tó ikki, at tað verður kommunukassin í Havn, ið skal brúkast sum peningastovnur til at fíggja allar bústaðir í kommununi og borgarstjórin í Havn ætlar sær ikki at spæla bankastjóri fyri skattaborgarans pening eins og borgarstjórin í Klaksvík hevur ambitiónir um.

Annika Olsen
borgarstjóri i Tórshavnar kommunu