Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Russland er okkara keypari - men ikki okkara politiski vinur

Støðugt størri fokus er á føroysku søluna til Russlands. Okkara vinnulívsmenn halda hesa sølu fyri seg og politiska stríðið við Russland fyri seg. Tað er púra avgerandi, at politikarar gera tað sama. Tað gera ikki allir, tíverri...


- Sig mær Sjúrður Skaale: hvussu kann mann við góðari samvitsku bróta sanktiónirnar, selja ófatiligar mongdir av fiski til Russlands, byggja sítt vælferðarsamfelag á hetta - og framvegis hyggja at sær sjálvum í speglinum um morgunin?

Kendi journalisturin Martin Breum var hvassur, tá eg næstsíðsta vikuskifti stóð í einum pallborðið á stóra fólkafundinum á Bornholm.

Við pallborðið stóð eisini fyrrverandi verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, sum hevur verið sera kritiskur móti føroysku søluni til Russlands. Og fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, var millum áhoyrararnar. Eisini hann fekk orðið, og segði soleiðis:

- Sjálvandi hava Føroyar rætt til at handla. Men var eg føroyskur politikari, hevði eg hugsað meg sera væl um. Tí Føroyar hava eisini tørv á góðum avtalum við ES. Og tað eru nógv ES-lond sum eru gallsúr inn á tykkum. Tey siga tað ikki alment. Men tað fyllir nógv.

Dagin fyri var eg í einum øðrum pallborði saman við Claus Hjort Frederiksen, verandi verjumálaráðharra. Og eisini tá bleiv føroyska sølan til Russlands kritiserað.

Kann verjast

Eg svaraði sum eg altíð geri, tá politikarar og journalistar spyrja um hetta - og tað er ofta:

Føroyar eru ikki við í ES, og eru tí ikki fevndar av russisku avgerðini um ikki at keypa mat úr ES. Henda avgerð er svar uppá tey tiltøk, ES hevur sett í verk móti Russlandi.

Og hóast fleiri ES lond rinda ein prís fyri boykottið, so selja tey Russlandi alt møguligt annað enn matvørur. Tað ger Danmark eisini. Ja, faktiskt er danski útflutningurin til Russlands nógv størri enn tann føroyski - og hann er øktur 10% farna árið (hóast matvøruframleiðarar sjálvandi eru raktir). Og so skal havast í huga, at stóri føroyski útflutningurin til Russlands jú tók seg upp tá ES boykottaði Føroyar í 2013-14. Á tann hátt var tað ES sjálvt sum legði lunnar undir tað, sum nú hendir.

Harafturat kemur, at føroyska sølan kann forða fyri, at stríðið millum Russland og vesturheimin breiðir seg til Arktis - har samstarvið millum partarnar er gott. Tí fingu russar ikki henda fiskin, er stórur vandi fyri, at teir fóru úr teimum fiskivinnuavtalum, teir hava við onnur lond, og settu sær egnar og nógv størri kvotur.

Og so ger føroyska sølan eisini, at russiski marknaðurin framvegis er til, tá viðurskiftini aftur verða normal. Og tað fer ikki bara at gagna Føroyum.

Og so víðari og so víðari. Vit kunnu við nógvum argumentum verja okkara sølu til Russlands.

Í tveimum

Men handil er eitt. Strategiskt tilknýti er nakað heilt annað.

Føroyar hoyra til demokratiska vesturheimin. Vit hava frí val, rættartrygd og talufrælsi. Vit liva undir umstøðum, sum flestu fólk í heiminum bara droyma um.

Hetta er eingin sjálvfylgja, og tí má tað verjast. Eisini við hermegi. Tóku vit alla hermegi burtur í dag, var eingin vesturheimur sum vit kenna hann í morgin.

Fyri at kunna verja okkum mugu vit standa saman. Til tess hava vit NATO. Tey 29 londini í NATO hava svorið tann eið, at verður eitt álopið, verða øll álopin. Tí er samstarvið sera tætt, og álitið millum partarnar stórt. Alt er ikki ljósareytt – til dømis er fólkaræðið undir trýsti í NATO-landinum Turkalandi. Men vesturlendska alliansan er púra neyðug!

Ymiskar hóttanir

Farnu árini er Russland meira og meira blivið eitt diktatur. Tað hevur leingi gingið út yvir fólk í Russlandi, har andstøðingar, journalistar og onnur eru forfylgd. Kekkenia er ein sorgarsøga fyri seg - men tað er eisini gingið út yvir grannarnar.

Í 2014 gjørdi Russland innrás í Ukraina. Krim-hálvoyggin bleiv tikin. Nógv fólk blivu dripin. Sama ár bleiv eitt ferðafólkaflogfar skotið niður yvir Ukraina. Ein stór, altjóða kanning staðfesti, at rakettin var russisk og kom úr Russlandi.

Russland hevur eisini havt stórar hernaðarvenjingar heilt upp at baltisku londunum, og bæði tey og Pólland kenna seg ótrygg.

Pressufrælsið er nógv skert í Russlandi. Journalistar váða lívið fyri at siga sannleikan. Men nú sprænir ein stór, stats-stýrd propagandastøð – Russia Today – eisini hvønn dag Putinsa propaganda út yvir vesturheimin.

Í sonevndum “trøllafabrikkum” fær ein rúgva av fólki eisini løn fyri at spjaða propaganda á sosialum miðlum.

Harumframt hevur Russland stuðlað flokkum í Europa, sum verða hildnir at kunna gera samanhaldið í vesturheiminum veikari – t.d. Le Pen í Fraklandi. Og so eru prógv fyri, at russar royndu at ávirka amerikanska valið, so tann Putin-fíggindaliga Hillary Clinton skuldi tapa.

Eiturgassið

Í vár var so morðroynd framd móti einum fyrrverandi russiskum njósnara á bretskari jørð. Bretska fregnartænastan var ikki í iva: Russland stóð aftanfyri.

Tilfarið hjá fregnartænastuni var so sannførandi, at yvir 20 vestanlond útvístu russiskum diplomatum sum svar. Tað gjørdu tey, tí hetta var eitt álop inni á bretskari jørð – inni á NATO jørð. Tí var svarið kollektivt.

At russiskir andstøðingar verða forfylgdir inni í Russlandi er eitt innlendis mál – má tá tað hendir inni í einum NATO-landi, er tað eitt mál fyri øll. Tey góðtaka tað ikki – og standa saman.

Føroyar hava ongan her og onga herskyldu. Okkara útreiðslur til verjuna av Føroyum eru null krónur. Men kortini eru Føroyar vardar, tí vit eru partur av NATO. Eitt álop á Føroyar hevði verið eitt álop á øll NATO-londini.

Tí má tað ikki vera nakar ivi um, at okkara loyalitetur liggur hjá vesturheiminum og teimum londum, sum verja okkum.

Vit hava handilssambond um allan heim – eisini við Russland. Men Russland er ikki okkara politiski vinur. Okkara vinir eru okkara sameindu!

Hvørt fyri seg

Tað er púra avgerandi, at vit halda strategiskt tilknýti fyri seg og handil fyri seg.

Tað var tað vit gjørdu í 70’unum og 80’unum, tá vit samstarvaðu meira enn flest onnur við fígginda vesturheimsins, Sovjettsamveldið. Eingin ivi var um, hvørjum parti vit vóru í, strategiskt sæð. Hóast vit samstarvaðu um fiskivinnu við Sovjett, hoyrdu vit til NATO. Tí beiv samstarvið góðtikið av okkara sameindu.

Hesa kós halda okkara vinnulívsmenn, sum selja til Russlands í dag.

Við útvarpið 5. apríl segði Johan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði, soleiðis: “Sum felag hava vit ikki nakra avgjørda støðu til politisku støðuna í heiminum”.

Og sama dag segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti: “Vit taka støðu til handilslig viðurskifti, sum fyritøkan og okkara kundar hava. Vit kunnu ikki fara at blanda politisk viðurskifti upp í okkara forrætning.”

Hetta hevur alt at siga. Vit MUGU IKKI gera søluna til eina politiska handling. Um vit signalera, at vit selja til Russlands tí vit eru ósamd við vesturheimin, kann stórt og negativt fokus koma á Føroyar – og tað kann seta okkara handil við Russland undir trýst.

Okkara sameindu góðtaka handilin sum er – men fara tey at síggja okkum sum ein hol í tí vesturlendska, strategiska samstarvinum, broytist alt.

Kaj Leo

Men tíverri hava nøkur farnu tíðina signalerað, at vit ikki skulu hava álit á okkara sameindu. Fyrst og fremst fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen.

Við sjónvarpið 3. apríl segði hann at Russland er “okkara vinur”, og ávarðaði móti politiskt at geva Vesturheiminum rætt í stríðnum við Russland.

At yvir 20 av okkara sameindu londum júst høvdu víst diplomatum av landinum nervaði ikki Kaj Leo. Hann trúði teimum snøgt sagt ikki. Hann helt, at tey høvdu tikið so drastisk stig uttan at hava prógv.

Dagin eftir segði hann í útvarpinum, at “vit hava ikki havt nakað útistandandi við Russland”, og at tað er vesturheimurin, sum upptrappar stríðið við Russland.

Við øðrum orðum: Tað eru ikki hópgravirnar í Ukraina, sum eru problemið. Tað er ikki tað niðurskotna ferðafólkaflogfarið. Tað er ikki statsstýrda russiska propagandamaskinan. Tað er ikki nervagassið í Bretlandi. Nei – tað er vesturheimurin, sum skapar stríðið!

Í eini roynd at máa støðið undan trúvirðinum á okkara sameindu, royndi Kaj Leo eisini at samanbera vesturlendsku tiltøkini við álopið á Irak. Somu lond – og nógv fleiri afturat – sum “geva Russlandi skyldina” stóðu fyri tí krígnum, segði hann í útvarpinum. Og tað kríggið bygdi jú á eina lygn.

Problemið er, at Kaj Leo sjálvur segði ósatt. Tað var USA sum leyp á Irak, og nøkur fá lond krøktu seg uppí. Hesi lond fóru solo. Tað hevði einki við NATO at gera. Fregnartænasturnar í hesum londum fóru skeivar – og stjórnirnar í øllum londunum fullu av tí. Tí slíkt fær avleiðingar í demokratiskum londum við talufrælsi. Teimum londum, vit eru knýtt at.

Men Kaj Leo tykist ikki halda, at vit skulu vera tættari knýtt at vestanlondunum enn øðrum londum. “Vit hoyra til heimssamfelagið”, segði hann sum ein annar flower-power sveimari við útvarpið henda sama dagin. Øll eru okkara vinir, og “vit skulu halda uppat at deila heimin upp í tey góðu og tey óndu”.

Hetta er so naivt at mann trýr tí næstan ikki. Tí sanniliga er munur á londum. Norra ER betri enn Sudi Arabia. Ísland ER betri enn Pakistan. Írland ER betri enn Russland. Og vit skulu prísa okkum lukkulig fyri, at vit hoyra til tann frælsa heimin.

WSJ

Kósin hjá Kaj Leo er óskiljandi - men hon er ikki nýggj.

Í februar 2014, hevði amerikanska blaðið The Wall Street Journal stóra reportasju um Føroyar og Russland.

Stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen helt seg – sera skilagott – frá politiskum útmeldingum. Kortini segði hann við blaðið, at um vit skulu úttala okkum politiskt, má tað vera sum partur av vesturheiminum - “If we speak out, we should speak out as a part of the West.”

Men tá blaðmaðurin legði hetta fyri táverandi løgmann, segði hann, at um Regin Jacobsen skuldi tosa sum partur av vesturheiminum, hevði hann ikki kunna selt eitt kilo til Russlands – “If he should speak as part of the West, then he would not export a kilo to Russia.”

Okkara løgmaður boðaði altso heiminum frá, at vit kunnu ikki politiskt taka støðu fyri Vesturheimurin – tí annars kunnu vit ikki selja til Russlands.

Hevði leiðarin í einum sjálvstøðugum vesturlendskum stati tosað soleiðis, hevði tað elvt til stóra kreppu – men tíbetur liggja Føroyar ofta undir radaranum. So hóast tað, Kaj Leo segði, gav óheppið endurljóð nógvastaðni, so hendi ikki meira tá.

Eingin ivi má valda

Men skaðin kann framvegis henda. Vit selja nú nógv meira til Russlands, enn vit gjørdu í 2014 – og støðan millum vesturheimin og Russland er versnað síðani tá. Tað merkir, at vandin fyri at vit koma undir trýst er størri, enn hann hevur verið.

Okkara sameindu rinda ein prís fyri tey tiltøk, tey hava sett í verk móti Russlandi. Og vit vinna pening av hesum sama. Tað hava vit rætt til - men hetta er kortini eitt viðbrekið og eymt mál. Vit mugu stíga varliga, og viga orðini væl. Og vit mugu ongan iva lata vera um, at vit strategiskt eru eitt vestanland fyri tað, um vit selja til Russlands.