Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Russiska bjørnin brølar neyvan til stuttleika

2017-02-27 14:16

Russisk kjarnorku-bumbuflogfør nær føroyska markinum og víðfevnt russiskt kavbátavirksemi kring Føroyar og í Norðuratlantshavi eru tekin um økta geopolitiska týdning Føroya, og at hernaðarligi russiski ágangurin er ein verulig hóttan, sum landsstýrið má taka í størsta álvara

EDMUND JOENSEN, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Ikki færri enn sjey stríðsflogfør úr trimum europeiskum londum vórðu týsdagin 9. februar 2017 í skundi send avstað til at møta tveimum russiskum bumbuflogførum, ið spældu við vøddunum við at flúgva nær føroyskum, bretskum, fronskum og sponskum loftrúmi.

Tíbetur spældi alt væl av. Bumbuflogførini komu ikki inn um mark og flugu at enda heim aftur til Russlands.

Hendingin er ein av mongum tilburðum, har ið Russland – í einari víðfevndari altjóða rembingartíð – aftur og aftur øsir og fremur ágang. Russar kanna á henda hátt hernaðarførleikar og hernaðarligar reaktiónstíðir í europeiskum londum, eisini í NATO-limalondum.

Hví hetta er so, vil eg viðgera í hesi tíðargrein. Eisini skal eg koma inn á, at Føroyar eru alt annað enn friðaðar í russiska hernaðarleikinum. At enda í greinini verður nomið við støðu Føroya í sambandi við nýggju hernaðarligu avbjóðingarnar í Europa og Norðuratlantshavi, og hvat ið landsstýrið avrikar – ella ikki avrikar – í hesum samanheingi.

Kjarnorkuflogfør yvir Norðuratlantshavi Lat okkum tó fyrst vita, hvat slag av flogførum russar senda higar í norðuratlantiskt loftrúm at skapa órógv.

Les alla tíðargreinina á hesi leinkju:

https://www.facebook.com/notes/edmund-joensen/russiska-bjørnin-brølar-neyvan-til-stuttleika/1438651889532229/?comment_id=1441572175906867&notif_t=like&notif_id=1488139400370096