Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ruskveiða - Fishing for Litter

2019-02-28 15:10

Tað er at fegnast at Tórshavnar Kommunu er blivin so mikið vakin, at hon hevur tikið til sín gamla  felagskommunala átakið at fáa rúsk upp ur sjónum. Allar føroysku kommunurnar - vóru limaðar inn í KIMO fyri nógvum árum síðan...so at siga frá byrjan tá KIMO varð sett á stovn.

Upprunin til átakið at verja Norðuratlantshavið móti dálking stavar frá tíðini miskeiðsi 1980´unum tá kjarnorkuverkið Sellafield hótti havumhvørvið við geilsavirknaðri dálking. Her vóru framskygd og umhvørvistilvatað fólk í Føroya Náttúruverndarfelag FNU, ið tóku stig at ávara og mótmæla vandan við geislavirknari dálking, við skrivum til Løgting og ensku stjórnina, at steðga verkinum. Ikki sleppst undan at nevna Tórmoður Dahl, sála, ið saman við m.a. Jógvan K. Mørkøre, ið eisini fingu Fjallavatn friðað, og seinri skipað norðurlandsk samstarv til vernd av havumhvørvinum.
KIMO er kommunalur felagsskapur fyri øll norðanlond og flestu av norðureropeisku londunum. Og einki var meira nátúrligt enn at Jógvan K.Mørkøre, ið virkaði sum formaður í Føroya Kommunufelag í fleiri áratíggju, tók samband við KIMO og limaði føroysku kommunurnar inn í felagsskapin.

Fishing for Litter - ruskveiða - varð sett í verk sum eitt sera gott umhvørvisverndarátak, og skipað í góðum samstarvi við Nes Kommunu, har áhugi var at fremja ætlanina sum eitt fyrsta stig. Við ST-sáttmálanum Agenda 21 um burðardygga menning, og Grøna Skjalið, ið Tórshavnar Kommuna eisini tók undir við, varð Fishing for Litter sett í verk í 2007 í samstarvi millum Nes Kommunu, Kongshavnar Havn og Agenda 21 Stovuna, og har trolarin M/T Búgvin savnaði rusk saman á fiskitúrum.
Tíðanverri fekk Føroya Kommunufelag trupul arbeiðsvirðuskifti tá harðrendi borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, setti split millum stóru og smáu kommunurnar, ið endaði við at Føroya Kommunufelag gav skarvin yvir.
Agenda 21 Stovan varð niðurløgd í 2014, og er síðan einki gjørt á burðardyggari leið, annað enn tað einstakar kommunur megna at seta í verk, og tað áhugafelagsskapir hvør í sínum lag taka stig til.
At felagsskapurin fyri føroysku kommunurnar, Kommunufelagið, ikki enn er komin longur áleiðis enn at hava eitt eitið av at verða limur í KIMO, og onga miðvísa ætlan hevur fyri burðardyggari menning, er greitt prógv, at felagsskapurin ikki megnar sína uppgávu sum almennur og kommunalur stovnur.

Gott at Tórshavnar Kommuna eftir nógv ár og langt um leingi er komin undan dýnuni - har aðrar kommunur, sum t.d. Nes Kommuna, hevur verið árvakin.
Alt fór fyri bakka - Grøna Skjalið, umhvørvisátakið Best røkta bygd, Agenda 21 Stovan v.m. - eftir harðan bardaga við einaræðisharran, ið nú situr í Landsstýrinum og gevur harraboð....tá hann ikki skal avmyndast í einhvørjum miðili.
Føroysku kommunurnar eiga at krevja at fáa endurstovnað Agenda 21 Stovuna - ikki sum stovn undir einhvørjum formanni í Kommunufelagnum, men sum sjálvstøðugan stovn. Løgtingið hevur samtykt Agenda 21 sáttmálan og at gjalda lønarútreiðslur til starvsfólk. Tí eiga kommunurnar....so ella so...at krevja at fáa veitt ráðgeving, sum ovurstórur tørvur eisini er á, m.a. við krevjandi byggi- og brunalóggávu, og soleiðis at samskipan fæst í lag heldur enn sundurlindið, ið var meginreglan í Kommunusamskipan Føroya.

Kári Thomsen