Eg eri 19 ára gamal, og stilli upp til Løgtingsvalið 2019 fyri Framsókn.

Eg búgvi og eri uppvaksin í Havn. Eg gangi í løtuni á búskaparbreytini á Glasi.

Míni hjartamál eru:
At avtaka Rúsdrekkasølu Landsins.

At føra ein liberalan umhvørvispolitikk.

At endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.

At Føroyar skulu umboða sær sjálvar í altjóða høpi.


Rúsan skal avtakast

2019-08-22 16:07

Rúsdrekkasølan skal avtakast og missa sín einkarætt til innflutning av rúsdrekka.

Rúsdrekka skal kunna seljast í matvøruhandlum, eins og í nógvum øðrum londum. Hetta fer at gera tað møguligt hjá matstovuvinnuni at sjálv innflyta rúsdrekka, og ger tað møguligt at opna privatar serhandlar.
Hetta er við til at menna rúsdrekka mentanina í Føroyum, og at gera fólkið meiri tilvitað um rúsdrekka.

Rúsdrekkasølan ger tað óneyðuga torført hjá føroyingum,vinnuni og ferðafólki at keypa rúsdrekka. Hon er eitt greitt dømi um, at tað almenna Føroyar ikki hevur álit á teimum, sum í Føroyum búgva.
Tí handlar ein liberalisering av rúsdrekkalóguni ikki einans um lættari atgongd til rúsdrekka, men eisini um at virða sjálvræði hjá tí vanliga borgaranum, og at gera gerandisdagin hjá honum lættari.

Jógvan Fríði Tróndarson, valevnið hjá Framsøkin Ung