Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Rúm fyri øllum!

Tó at rættindi teirra samkyndu reint ítøkiliga er ein landspolitiskur spurningur, haldi eg, tað er týdningarmikið, at fólk, eisini til eitt býráðsval, kenna politikkararnar, tey atkvøða fyri. Eg gangi fult inn fyri rættindum teirra samkyndu – og tað vil eg eisini gera greitt í mínum arbeiði sum býráðspolitikkari

 

5000 fólk luttóku í Faroe Pride tiltakinum í summar. Tá ið so nógv fólk taka undir við hesi søk, er tað tekin um, at tað rørist eitt ynski í fólkinum um, at viðurskifti teirra samkyndu mugu betrast. Tað vil eg sum politikkari gjarna vísa, at eg taki undir við. 

 

Tórshavnar býur hevur, sum høvuðsstaður Føroya, skyldu at ganga undan og verja minnilutar í føroyska samfelagnum. Tað er mín sannføring, at signalið hjá býráðspolitikkarum væl kann ávirka landspolitikkarar. 

 

Politikkurin kann vera ítøkiligur á tann hátt, at býráðið stuðlar tiltøkum, sum eitt nú LGBT hevur í føroyska høvuðsstaðnum. Tórshavn skal skapa góðar karmar um tiltøk hjá, ikki bert teimum samkyndu, men eisini øðrum minnilutum í føroyska samfelagnum. Tað er tolsemi, rúmleiki og modernitetur – og tað vil eg eisini vísa í verki.

 

So - skulu vit hava ein modernadan by við rúmi fyri øllum, mugu vit hava modernadar politikkarar, sum kunnu rúma øllum.

 

Leivur Thomsen, valevni fyri Tjóðveldi