Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tróndur í Gøtu landar uppsjóvarfisk. (Maria Olsen Photo)

Ruðuleiki hóttir framvegis

Ei undur í at fólk í vinnuni og løgfrøðingar enn kenna seg ótrygg við tann nýggja lógarpakkan fyri fiskivinnuna, sum framvegis krevur ábøtur — fongdur við óvissu og opin fyri skaðavirknað av nýggjum reglum og ókendum kunngerðum. 

Mong mundu, av røttum ella ikki, kenna ein lætta tá nýggj lóg um ‘fyrisiting av sjófeingi’ herfyri varð samtykt í Løgtinginum aftan á broytingarumfør. Fleiri av teimum ið ynsktu umfatandi nýskipan av fiskivinnuni frøddust um at ein tílík endiliga varð staðfest við lóg, og onnur sum frá byrjan høvdu verið heldur skeptisk móti uppskotinum gleddust um at tað hóast alt var eydnast at fáa nógv av tí meira radikala innihaldinum telgt, hølvað og rundað so mikið niður at pakkin yvirhøvur, tá samanum kom, tóktist minni hættisligur enn upprunaliga mett. Aftur onnur, ið kanska ikki høvdu so avgjørdar meiningar um alt kring hesa nýskipan, kundu fegnast um at nú var um ikki annað politiskur friður í væntu her aftan á drúgvt og troyttandi orðageip í áravís. 

Tíverri bendir tó ymiskt á at tann gleðin verður stokkut, um ikki Landsstýrið megnar at fáa ta nýggju lóggávuna, á ávísum økjum, rættaða til og stýrda á beint. Millum tey eymu punkt ið lættliga kunnu gerast kelda til enn meira eljustríð, og eitt endaloysi av trupulleikum fyri allar partar, teljast burturbeiningin av sonevndum veiðiloyvum; tær enn ikki kunngjørdu ætlanirnar um tilfeingisgjald; spurningurin um tað uppbólgnaða umfangið av stongdum leiðum; hvussu ið ætlanin er at rokna fiskidagar um til kvotur uttan at fara út um rímilig mørk; tann enn ikki lýsti umsetingarlykilin at áseta toskajavnvirði eftir; og annað. 

Hóast tað kann hava verið freistandi hjá troyttum telvarum at relegera punkt sum hesi aftur í rong meðan tingingarnar um tær stóru linjurnar í nýskipanini leikaðu á, so er talan um so mikið álvarslig mál at hvørki vinnan ella samfelagið kann liva við at tað verður blundað fyri teimum nú. 

Sum sagt verður, devilin situr í smálutunum. 

Les meira...